Kappingarnevndin hevur hugsað um avleiðingar av avgerðini í málinum um Christian R. Mouritsen, men nevndin hevur eisini hugt eftir, hvussu grein 17, stk. 5 er brúkt áður, bæði í fjør og í ár
John William Joensen sigur í sínum seinasta innleggi um, at kappingarnevndin ikki hevur gjørt, sum Jens Wang, løgfrøðingur, hevur mælt til. Til tað havi eg hesar viðmerkingar:
Sannleikin er tann beint øvugti. Kappingarnevndin hevur júst hugsað um møguligan skaðavirkna, og hevur kjakast bæði væl og leingi um, hvussu málið skal loysast, áðrenn avgerð var tikin. Og nevndin kom til ta niðurstøðu, at tað var grundarlag fyri at geva frávik frá tíðarfreistini grein 17, stk. 5, júst sum gjørt var í fjør og sum tað eisini er gjørt fyrr í ár.
Jens Wang skrivar soleiðis í tilmæli sínum:
”Undirritaði vil tí mæla til at Kappingarnevndin, neyvt umhugsar møguliga skaðavirknaðin av, at geva eitt undantak í hesum máli, í mun til núverandi møguleika FSF at krevja, at endatíðarfreistirnar í flytingargluggunum skulu haldast.”
Og tað er júst tað, sum kappingarnevndin hevur gjørt.
Kappingarnevndin hevur hugsað væl og virðiliga um møguligan skaðavirkna av at geva eitt undantak. Nevndin sigur í tíðindaskrivinum, sum varð sent út í sambandi við avgerðina, at:
“Kappingarnevndin ynskir, at høvuðsreglan um endartíðarfreistirnar í flytingarglugganum skulu vera galdandi, soleiðis at tað slepst undan líknandi málum í framtíðini. Tí fer nevndin at mæla til, at neyðugar broytingar verða gjørdar skjótast tilber.”
Orsøkin er nevniliga, at kappingarnevndin er samd í, at tað er óheppið, at feløg sleppa at flyta spælarar eftir at flytingargluggin er afturlatin, og tí fer nevndin at mæla til at gera neyðugu broytingarnar, áðrenn næsta aðalfund.
Tá sleppa feløgini at taka støðu til, hvussu tey vilja hava grein 17, stk. 5 at síggja út. Tað vil siga, um flytingar heilt skulu bannast, ella um man skal presisera orðingina, so hon t.d. bara verður galdandi fyri málverjar, ella hvat tað nú er feløgini ynskir. Tað kann t.d. eisini gerast við, at tað verður sett inn í greinina, at øll skjøl í samband við spælaraflytingar, skulu vera FSF í hendi áðrenn midnátt tað kvøldið, sum flytingargluggin letur aftur, og at ein umsókn sum kemur ov seint, ikki kann fáa undantak..
Tá tað er sagt, so mugu vit framvegis tora at standa við tað regluverk vit hava, og at júst sama regla er brúkt eftir júst somu treytum áður. Millum annað, tá spæliloyvið hjá Tór-Ingar Akselsen var flutt frá HB til 07 Vestur í fjør, eftir somu grein og somu treytum.
Tí skrivar kappingarnevndin eisini soleiðis í tíðindaskrivinum:
“Kappingarnevndin ásannar, at hóast kappingarreglur okkara eru dagførdar fleiri ferðir seinnu árini, at nýggjar ásetingar eru gjørdar viðvíkjandi flytingarglugga, leikarareglugerð, agareglugerð og lógum fyri FSF, er omanfyrstandandi regla ongantíð broytt ella avtikin, og tí er hon framvegis partur av galdandi reglum hjá FSF.”
Grein 17, stk. 5 var nevniliga orsøkin til, at Tór-Ingar Akselsen slapp at spæla við 07 Vestur fyrru hálvu av kappingarárinum í fjør, hon var orsøkin til, at Tórður Thomsen kundi flyta til AB í fyrru hálvu av hesum kappingarárinum, og hon er eisini orsøkin til, at Christian R. Mouritsen sleppur at spæla við B36 nú. Hevði nevndin ikki komið til hesa niðurstøðuna, hevði hon, eftir okkara tykki, havt nógv størri trupulleikar við trúvirðinum enn hon hevur nú.
Tá vit nú eru við Jens Wang, so sigur hann ongastaðni í sínari meting av málinum, at kappingarnevndin ikki kann gera sum hon hevur gjørt. Hann sigur nevniliga í tilmælinum, at nevndin hevur neyðugu heimildirnar at geva undantaksloyvi, og tað haldi eg tú fert í so lætt um. Men lat tað fara.
Kappingarnevndin hevur tikið ta avgerð, sum hon heldur vera tað røttu sambært reglunum, og tað stendur nevndin við. Tað er eisini okkara uppgáva. Nevndin heldur nevniliga, at B36 hevur gjørt eitt umsitingarligt mistak, og at pappírini hjá Christian R. Mouritsen eru dottin niður ímillum, tá man skrásetti tveir aðrar leikarar og avskrásetti ein. Og tað stendur rimmarfast, at avtalan millum felag og leikara er gjørd áðrenn freistin var farin. Tí lýkur umsóknin treytirnar eftir grein 17, stk. 5.
At tú ikki ert samdur við okkum, er ein onnur søk, men tað merkir hinvegin heldur ikki, at tú hevur rætt.
Sveinur Tróndarson




