Sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík í hesi hansara viðmerking til navnið “Norðoya Kommuna”.
Tað er sera umráðandi, at vit í Klaksvík eisini koma víðari og víðka okkara kommunala sjónarring til at fevna um allan hendan landspartin, og tað er tað, sum m.a. er tankin aftan fyri uppskotið um, at tann stóra, samanlagda kommunan í Norðoyggjum skal eita Norðoya Kommuna heldur enn Klaksvíkar Kommuna.
Sjálvandi eru meiningarnar og kenslurnar ymiskar, tá ið ein kommuna umhugsar at skifta navn, og eitt kjak um hetta er í lagi, bert tað ikki førir við sær eina spjaðing og soleiðis oyðileggur eina samráðingartilgongd, sum higartil hevur verið sera góð og konstruktiv.
Vit verða framvegis klaksvíkingar
Tá ið eg lesi summar av hesum viðmerkingunum, sum nú eru komnar til uppskotið um navnið ”Norðoya Kommuna”, so tykir tað mær, at summi eru bangin fyri, at Klaksvík og klaksvíkingar verða burtur í hesum samanleggingum og ætlaðu navnabroytingini.
Her er als eingin grund til stúran. Klaksvík er og verður ”Norðoya móðir”, sum Bernhard Brim yrkir í klaksvíkssanginum, og vit, sum búgva her í býnum, verða framvegis klaksvíkingar.
Tí dugi eg ikki at skilja kritikkin frá onkrum klaksvíkingum um uppskotna navnið ”Norðoya Kommuna”, tí harvið verður nakað ógvuliga týðandi signalerað, nevniliga tað, at vit her í Norðoyggjum ætla okkum at halda saman og standa saman sum ein eind – eisini klaksvíkingar – tað er ómetaliga týðandi at fáa sagt og ikki minni framt í verki.
Vit kunnu ikki renna undan tí veruleika, at eitt navn samstundis sigur nakað um tey, sum navngeva, hvussu tey hugsa o.s.fr. Í hesum føri er umráðandi, at eitt felags kommununavn, sum væntandi skjótt fer at fevna um allar Norðoyggjar, eisini leggur upp til, at vit varða av øllum hesum landspartinum og ikki bara miðstaðnum í økinum.
Tað dregur heldur ikki frá, at navnið eisini ljóðar væl og liggur væl á tunguni.
Løgtingssamtykt forðar fyri
samanlegging við Eysturoy
Ein av viðmerkjarunum, sum longu hava verið alment frammi og ”mótmælt harðliga” hesi ætlaðu navnabroyting, er fyrrverandi løgtingslimurin, Jógvan við Keldu.
Eg virði sjálvandi rætt hansara at gera sína meining galdandi alment, men her vil eg gera vart við, at tað ikki útstrálar ein serliga savnandi hugburð at vera ímóti einum so innlýsandi og hartil væl kendum navni, sum er og verður felags heitið fyri hetta økið, Norðoyggjar.
Samstundis ger Jógvan vart við, at støða hansara til navnabroyting hevði verið ein onnur, um partar av Eysturoy vóru partur av eini samanlegging, men her má eg siga, at ketan leypir av hjá mær, tí tað eru ikki nógvir mánaðar síðan, at ein meiriluti á løgtingi, sum Jógvan sjálvur var partur av, samtykti eina lóg, sum forðar okkum í at hugsa um samanleggingar og samstarv tann vegin. Vorðið sum sjálvmál!
Eitt tætt samstarv og møguligar samanleggingar við partar av Eysturoy er nakað, sum eg sjálvur havi arbeitt nakað við og síggi stórar møguleikar í, men nevnda løgtingssamtykt forðar fyri hesum, hóast Fuglafjarðar, Gøtu, Leirvíkar og Klaksvíkar kommunur í felag heittu á løgtingið um ikki at samtykkja nevndu lóg.
Tí er hendan viðmerkingin púra óskiljandi.
Klaksvík tann 2. juni 2008
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri




