Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað eru eisini sterk rúsevni í Klaksvík

John William Joensen

Hans Djurhuus, sýslumaður, sigur at tað er ikki ókent at sterk rúsevni eru millum ungdómin í Klaksvík

Tað hevur ljóða at tað kemur ofta fyri at eitt nú hash og onnur rúsevni eru uppi í tá slagsmál og annar ófriður er í býnum.
Sýslumaðurin, Hans Djurhuus, sigur við Norðlýsið at hetta merkja teir eisini á politistøðini.
– Tað er ikki longu bara rúsdrekka og hash, men tað kemur alt oftari fyri at  talan er um sterkari rúsevni.
– Hesi evi eru í dag allastaðir kring landið og tað er seliga ungdómurin, sum er blandaður upp í slíkt.