Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað eru kvinnur sum vilja skiljast

Danial Viðoy

Tvífalt so nógvar kvinnur sum menn biðja um hjúnarbandsskilnað. Serliga er tað ótrúskapur, sum førir til skilnað, vísir ein fesk kanning.

Tvífalt so nógvar kvinnur sum menn biðja um hjúnarbandsskilnað. Serliga er tað ótrúskapur, sum førir til skilnað, vísir ein fesk kanning.

Danmark: Tá ið tann alvorliga avgerðin skal takast viðvíkjandi hjúnarbandinum, er tað oftast kvinnan ið “rýmur”. Tað vísir ein nýggj kanning, sum YouGov hevur gjørt fyri sunnudagsavísina. Kanningin umfatar 503 sundurlisnar danskar.

55 prosent av fráskildu kvinnunum svaraðu, at tær tóku stigið at skiljast, ímeðan bert 28 prosent av monnunum svaraðu tað sama. Tað er ein sera stórur munur, heldur kyn-granskarin á Roskilde-Universitet, Karen Sjørup.

– Tað kemur sera óvart á, at tað eru so nógvar kvinnur, ið rýma frá manninum. Fyrr vóru kvinnurnar verandi í hjúnarbandinum, tí tær vóru fíggjarliga tengdar at manninum. Men tann tíðin er við at verða av; og tað hava menninir helst ikki vant seg enn, sigur Karen Sjørup.

Kvinnurnar standa fyri tí húsliga

Lortablæur, vasking og væl fríðkað børn blandað við eini yrkisleið (karriere), kann tíðum fáa bikarið at flóta yvir hjá kvinnuni, vísir granskarin á.

– Kvinnur trívast verri í hjúnarbandinum enn menn, vísa fleiri kanningar. Orsøkin er oftast tann, at kvinnur rýma, tí at maðurin ikki tekur lut í húsarhaldinum. Hóast maðurin so spakuliga tekur seg fram á kvinnuna í mun til húsliga arbeiðið, eru tað enn fleiri, ið dáma betur at liggja á sofuni, fortelur hon.

Ótrúskapur oyðileggur hjúnarbond

‘Síðuspring’ liggur ovast á listanum, tá talan er um orsøkina til hjúnarbandsskilnað. 24 prosent svaraðu, at ótrúskapur var orsøkin. Og her spælir frælsi hjá kvinnunum eisini inn, greiðir Karen Sjørup frá.

– Í heila tikið snúgva hjúnarbandsskilnaðirnir seg um ‘sex’. Um eitt par hevur vánaligt ‘sex’, hevur kvinnan, sum í dag kann hava eitt reikandi arbeiði, ongar trupulleikar at finna sær ein elskara á onkrum skeiði í Dubai. Og tá ið kvinnan ikki er so tengd at manninum, eins og hon var fyrr, hevur hon sjálvsagt lættari við at siga farvæl, fortelur Karen.

– Men eisini vánaligu evnini hjá monnunum at snakka um kenslur og at loysa trupulleikar á heimafrontinum spæla inn, sigur formaðurin fyri “Center for Mænds Sundhed” Hans Jørgen Knudsen.

Menn lukka seg inni

– Tá ið ein maður verður raktur av eini kreppu við konuni, fer hann inn í seg sjálvan í staðin fyri at gera nakað ítøkiligt við trupulleikan, sigur Hans Jørgen.

– Menn mangla ein felagsskap, har teir kunnu snakka um slíkar trupulleikar.

– Um dreingir og menn ikki læra at seta orð á teirra kenslur, so fara teir inn í eitt hjúnarband, uttan amboð at loysa hjúnarbands-trupulleikar. Tískil hava teir brúk fyri einum torgi (forum), har tað verður góðtikið at snakkað um kenslur, sigur Hans Jørgen Knudsen at enda.