Jacob Vestergaard, sigur í viðmerking til Norðlýsið at tað eydnaðist ikki at savna strandalondini og tí eru Føroyar á veg móti einum handilskríggið við ES. \”Vit hava boða frá at vit eru til reiðar at samráðast men ES hevur avgjørt at tey ynskja handilstiltøk og tí verða tey óiva sett í verk\” ásannar Vestergaard
Jacob Vestergaard, sigur í viðmerking til Norðlýsið at tað eydnaðist ikki at savna strandalondini og tí eru Føroyar á veg móti einum handilskríggið við ES. “Vit hava boða frá at vit eru til reiðar at samráðast men ES hevur avgjørt at tey ynskja handilstiltøk og tí verða tey óiva sett í verk” ásannar Vestergaard
Jacob Vestergaard sigur fyri stuttari løtu síðan at Maria Damanaki sigur ósatt tá hon førur fram at Føroyar ikki vilja samráðast.
– Vit hava roynt at savna strandalondini men hetta eydnaðist ikki og serliga Russland boðaði frá at teir fóru ikki at samráðast um 2013 enn einaferð.
– Vit hava gjørt ES greitt at vit eru klár til samráðingar og eru til reiðar at finna semju, men hesum er ES ikki áhugað í tí tey vilja seta handilsforðingar í verk móti Føroyum og so verður tað óiva soleiðis.
Næsti fundurin millum strandalondini verður einaferð seint í heyst.




