Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað fer at kølna

John William Joensen

Nú er vikuskiftið farið afturum. Veðrið var so sum so. Vindurin kom úr ústynningi ella har á leið; vindferðin var skiftandi ímllum eitt gul og skrið ella storm. Somuleiðis var við avfalli – tað skifti ímillum áhaldandi regn, kava, ælaveður og onkra turra periodu.

Í morgun hevur veðrið verið soleiðis, at vit hava havt eitt stívt andøvsgul 8 til 12 m/s úr útsynningi og útsynningi-suðuri. Seinnapartin fer ættin at sníkja seg upp í vestan og seinni í kvøld upp í útnyrðing. Tá fer at kølna eitt sindur. Lágtrýstini við Ísland og yvir Grønlandsfjørðinum fara hesa vikuna at hava eina leið longri eystri, enn vit hava merkt tær seinastu vikurnar. Hetta fer serliga á merkjast á hitalagnum á okkara leiðum, at tað fer at gerast kaldari.

Í dag verður ættin vestan út á dagin – fyri síðani at fara upp í útnyrðing í kvøld. Vindferðin fer so við og við at minka niður í eitt gul ella andøvsgul 5 til 8 m/s. tað verður skýggjað og ælaveður við regni; møguliga vátakava.
 
Hitin í dag fer liggja um tey 5 stigini.