Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gekkst væl hjá kappróðrarfólkunum í Norðoyggjum

Oliver Joensen

Sundabáturin gjørdi hol í sjógvin í dag við at vinna seksmannafarsróðurin hjá monnum. Sum heild gekst væl hjá norðoyingum, hóast vit væntaðu okkurt fyrstaplássið afturat.

Tillukku Sundabáturin – vit mugu siga, at tað var sterkt av teimum at vinna róðurin á Norðoyastevnu og tað er fjálgandi hjá okkum at vita at gullið fór norður í Hvannasund.
Páll Fangi við kvinnum bleiv nummar tvey ídag, men vit rokna við og vita, at tær fara at hevna tað aftur onkuntíð seinni í ár, tí tilfarið er har til meira enn silvuri, tær fingu ídag. Meira um kappróðurin seinni .
Tað var Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, sum helt røðu og handaði steyp og heiðursmerki til vinnandi liðini í kappróðrinum. Samstundis heiðraði Róðrarsambandið Jógvani Arge. Orsøkin var, at tað júst eru 30 ár síðani at Jógvan Arge fyri fyrstu ferð útvarpaði kappróður. Mett var at Jógvan Arge hevur við sínum beinleiðis sendingum frá kappróðri verið ein av høvuðsorsøkunum til áhugan fyri kappróðrinum her á landi.
Vit fara eisini her at ynskja Jógvani Arge hjartaliga tillukku og samstundis at siga honum stóra tøkk fyri avrikið kappróðrinum at gagni.

Harleyfacadeacryl