Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gjálvar eitt sindur í svimjingini: Ægir gav avboð til FM-kappingina vegna ónøgd við tilrættaleggingina

(
John Færø)

“Tað vóru útlit til, at Svimjisambandið vildi flyta FM-kappingina til hósdagin og fríggjadagin áðrenn Norðoyastevnu, so vit í Ægi kundu náa norðuraftur til stevnuna og tær uppgávur, vit høvdu har, men stutt áðrenn vikuskiftið varð kappingin flutt aftur til vikuskiftið, og so góvu vit avboð”, sigur Dan Mikkelsen, formaður í Svimjifelagnum Ægi.

– Vit kundu ikki góðtaka, at sjálv FM-kappingin verður løgd samstundis sum Norðoyastevna, og tað er í grundini eisini púra óneyðugt, sigur formaðurin í Ægi, sum av hesi orsøk gav avboð til Svimjisambandið vegna Ægir.

Norðoyastevnan
gevur inntøkur.
Dan Mikkelsen greiðir frá, at tað eru fleiri orsøkir til, at Ægir ikki kann og vil luttaka í FM, samstundis sum Norðoyastevna er
– Sum eitt felag við avmarkaðum inntøkum kunnu vit ikki vera burturstødd á Norðoyastevnu, sum er stevnan, tá felagið hevur einabestu møguleikarnar at útvega inntøkur.

Órímiligt fyri
svimjararnar.

– Tað er heldur ikki rímiligt yvir fyri svimjarunum, at teir skulu noyðast til Havnar at svimja eitt heilt vikuskiftið, meðan øll onnur í heimstaðnum – eisini møguligir áskoðarar og stuðlar –  verða verandi í Klaksvík og halda Norðoyastevnu.
– Ein kundi kanska spurt, hvat havnarmenn høvdu sagt, um vit løgdu FM í Suðuroy á Ólavsøku!?

Royndu tað sama
fyri 2 árum síðan.

Sum skilst royndi Svimjisambandið nakað tað sama fyri 2 árum síðan. Tá var tað ikki Norðoyastevna, men Jóansøka, ið varð úti fyri hesum sama, at FM skuldi haldast júst tað vikuskiftið.
Tá gjørdu feløgini har suðuri rættiliga vart við seg, við tí úrsliti, at kappingin varð flutt, og neyvan er tað eitt órímiligt krav hiðani, at sama virðing verður sýnd Norðoyastevnu, sum er tann fyrsta stóra summarstevnan.
Tað eru hóast alt 52 onnur vikuskifti í árinum.

Óheppi fyri
svimjararnar.

Tað er sjálvandi óheppi fyri svimjararnar her norðuri, at teir ikki luttaka í sjálvum FM, tí umframt møguleikan fyri heiðursmerkjum missa svimjararnir eisini tær royndir og lærdóm, sum ein stór svimjikapping altíð gevur.
Ein má bert vóna, at tað næsta ár fer at eydnast Svimjisambandinum at leggja FM-kappingina í eitt meira lagaligt vikuskiftið, enn gjørt varð í ár.