At Norðlýsið í gjár rópti neyðarróp eftir egnarum fekk sera góða móttøku. Finnbjørn Vang sigur, at fleir hava vent sær til hansara um egning. Eisini ung og ikki minst onkur genta eisini.
Vit fegnast og takka fyri, segði Finnbjørn, tá vit høvdu hann í telefonini fyrr í dag. “Tað er gleðiligt at ung halda seg framat at egna hjá bátunum, tí her eru møguleikar at vinna sær fitt av peningi tá ein er komin í venjing og afturat tí, fáa tey vitan og sosiala samveru”. Lønin fyri at egna ein stamp liggur um 100 til 120 krónur og vandir egnarar klára væl ein stemp um tíman.
Myndin omanfyri er úr skúrinum hjá Kallanes í morgun og har er trongt, og stór broyting í mun til í gjár.




