Við at vinna fleiri heiðursmerki, harav 2 vóru úr gulli, gav Kristian Olsen síðsta vikuskiftið bæði Svimjifelagnum Ægi og sær sjálvum nýtt mót upp á framtíðina – hann er nú byrjaður at venja við fullari ferð.
Skipað varð fyri eini opnari svimjikapping í svimjihøllini í Klaksvík seinasta vikuskiftið.
At kappingin var opin, merkir í stuttum, at allir aldursbólkar kappaðust ímóti hvørjum øðrum. Hetta er ikki altíð so hugaligt hjá teimum yngru, tí tey eldru eru mangan ein ómøgulig uppgáva at fara undir.
Hinvegin fær ein í hesum kappingum staðfest, hvørjir teir skjótastu svimjararnir eru í teimum ymsu greinunum.
Vann á Dia
í 50 m. frí.
Tað er altíð ein gularót og er við til at motivera svimjarar, tá teir fáa møguleikan at kappast við navnframar mótstøðumenn – fyri ikki at tala um, tá ein vinnur á einum slíkum svimjara.
Ein av teimum kendu og sterku svimjarunum í Føroyum í dag er Dia Jacobsen úr Havnar Svimjifelag.
Dia fekk eina smakkiroynd av evnunum hjá Kristiani Olsen, tá teir báðir møttust í 50 metra frísvimjing (crawl).
Kristian vann hesa kappingina.
Ger nú meira
við venjingina.
Enn er talið av teimum íðkandi ikki komið uppaftur tað støðið, sum tað var á áðrenn drúgva steðgin í venjingunum seinasta vetur, tá svimjihøllin fekk eina høvuðs umvæling.
Kristian Olsen misti tí stóran part av seinastu kappingarári, og hevur heldur ikki vant á hægsta støði, síðani høllin lat uppaftur. Men hetta er nú broytt.
– Eg eri akkurát byrjaður at venja ordiliga seriøst, sigur Kristian í stuttari viðmerking.
Spennandi verður at fylgja honum og øðrum góðum svimjarum hjá Ægi.




