Magni Blástein úr Vestmanna, sum er ein av stigtakarunum til kappingina sigur at enn er undirtøkan heldur lítil
Fiskikappingin við tráðu eftir hemara verður frá 29. januar til 12. februar.
Reglurnar eru einfaldar
* Tráða skal brúkast
* Loyvt er at fiska útfrá øllum havnum í Føroyum
* Mynd av hemara og veiðumanni/kvinnu við tráðu, skal sendast til fyrireikararnar, og vektin skal upplýsast
* Luttøkugjaldið er kr. 150 pr. tráðu
* Luttøkugjald skal verða goldið í seinasta lagi 28. januar.
* Tann ið hevur størstu samlaðu vektina av hemara gerst vinnari av kappingin
Vinningar:
Nr. 1 Gávukort av samlaða luttøkugjaldinum
Nr. 2 Gávukort á 1000 kr frá Jógvan Weihe
Nr. 3 Gávukort á 500 kr frá Dynema
Eisini verður steyp latið til vinnaran og medaljur til 2. og 3. plássi, og minst til, at jú fleiri luttakarar, jú størri gerst vinningurin til 1. plássi!!!
Vinningarnir verða handaðir á Café Bryggjuni í Vestmanna, leygarkvøldi tann 12. februar, kl. 20:00
Til ber at boða frá luttøku, ella frætta nærri um kappingina, við at ringja til ein av fyrireikarunum á tlf. 581582 ella á tlf. 216514
Gongur heldur strilti
Magni Blástein og Finnur Johannesen úr Vestmanna siga at tað hevur gingið heldur striltið við tilmeldingini.
– Higartil hava 9 tráður boða frá luttøku og vit skulu helst upp um 12 tráður, men enn er tíð at boða frá luttøku tí seinasta freistin er ikki fyrr enn 28. januar og vit hava góðar vónir um at fleiri fara at melda til.
Laksur og seiður til agn
Magni Blástein sigur at laksur ryggar sera væl sum agn.
– Eg kann av royndum siga at heilur laksur, sum ikki er ov stórur riggar sera væl sum agn. Er laksurin ov stórur so er bara at skera hann í tvey, men tað er umráðandi at hann verður króktur upp gjøgnum kjaftin tá hann verður engdur.
Teir sum ætla sær at kanna hávafiskarí nærri kunnu vitjað heimasíðuna:
www.newenglandsharks.com




