Nýggjastu hagtølini frá Hagstovu Føroya vísa at í 2012 var ein framgongd í løntakarum uppá 1,8 %. Flestu nýggju arbeiðsplássini vóru skapt í Suðuroynni, men Norðoyggjar eru eisini væl við.
Nýggjastu hagtølini frá Hagstovu Føroya vísa at í 2012 var ein framgongd í løntakarum uppá 1,8 %. Flestu nýggju arbeiðsplássini vóru skapt í Suðuroynni, men Norðoyggjar eru eisini væl við.
Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum fegnast um at vit í 2012 fingu 400 nýggj arbeiðspláss.
Tiltøkini sum samgongan hevur sett í verk hava havt eina positiva ávirkan. Tað er sera hugaligt at síggja at vit føroyingar hava hesa framgongd hóast fleiri av londunum kring okkum framvegis stríðast við eina afturgongd. Samtyktu íløgurnar sum løgtingið hevur sett út í korti, fara at seta enn meira gongd á samfelagið, skapa vøkstur – soleiðis at vit aftur fáa yvirskot á fíggjarlógina og kunnu harvið gjalda aftur almenna skuld.
HAGSTOVA FØROYA: Í 2012 vóru 23.686 løntakarar. Hetta eru gott 400 fleiri enn í 2011, og svarar framgongdin til 1,8%. Tað eru tó framvegis 250 færri løntakarar enn í 2010.
Í tíggjuáraskeiðnum 2003 til 2012 hava fýra tey seinastu árini verið tey lakastu, har 2011 náddi botnin. Sjálvt um vøksturin í 2012 var hampuligur, so var hetta ikki nokk til at vinna alt fallið í 2011 innaftur. Niðurstøðan er, at tað sum fór niðureftir í 2011, fór uppaftur í 2012.




