Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gongur ikki væl hjá AB á Djúpumýru

Oliver Joensen

Í løtuni leika KÍ kvinnurnar í bestu deildini ímóti AB á Djúpumýru, og líkt er til satt stórtap hjá AB, tí hálvleiksstøðan er 6-0 til KÍ kvinnurnar.

Sigast má, at klassamunur er á kvinnuliðunum, sum leika dyst í landskappingini á Djúpumýru í kvøld. KÍ kvinnurnar sýnast at vera sera væl fyri, og heili 6 ferðir hava AB kvinnurnar verið noyddar at fara í egið mál eftir bóltinum í fyrra hálvleiki.
Hóast nakað av regni er, so eru líkindini góð at spæla fótbólt í.