Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gongur móti ljósari tíðum

Oliver Joensen

Ídag, sunnudagin 25. februar, sóust tjøldrini úti á Norðoyri. Grækarismessan er ikki fyrr enn um tvær vikur, so hesi eru komin í góðari tíð.

Hóast tað er komið fyri, at vit hava sæð tjøldur á Norðoyri árið runt, so er tað valla galdandi fyri hesi tjøldrini. Hetta er ein flokkur uppá umleið 10 tjøldur, og í vetur hava tjøldur ikki verið at sæð á Norðoyri, so ivaleyst eru hesi júst komin til landið at minna okkum á, at nú stendur várið fyri framman, hóast hendan tíðin kann roynast skiftandi.