Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gongur ov seint

John William Joensen

Millum manna eru flestu samd um, at fyrireikingarnar til fasta sambandið um Lorvíksfjørð hava gingið alt seint í Klaksvík, og býráðsfundurin seinast lýsti ógvuliga væl lítið framrættaða politikkinum hjá sitandi býráð.

Tað er ótrúligt, at eitt mál um ídnaðarøkið á Skarðhamri, sum fyri langari tíð síðani er avgjørt í býráðnum skuldi fáa so drúgva og ósakliga viðgerð og harafturat endað aftur í nevnd at kalla bert orsakað av vánaligari samskipan og væntandi samskifti í býráðnum.

Málið snúði seg um klagur, sum inn vóru komnar í samband við at býráðið hevði samtykt at fara undir at gera eitt nýtt ídnaðarøkið úti á Skarðhamri afturat ídnaðarøkinum, sum longu er har frammanundan.

Ikki kann sigast annað enn at málið hevur skund, tí ídnaðarøkið við Borðoyarvík, sum nógvar ymiskar meiningar hava verið um er so at siga liðugt ábygt og tí stendur kommunan í dag við ongum øki at vísa vinnuvirkjum á. Tað ótrúliga hendi á býráðsfundinum, at tá klagurnar skuldu viðgerast, byrjaðu býráðslimir at bakka og tosað um at leggja ídnaðarøkið aðrastaðni.

Úrslitið av hesum var, at málið fór aftur í nevnd og harvið mugu teir, sum kanska hava eitt grundstykki til ídnað fyri neyðini aftur bíða.

Eisini tá talan var um miðbýin á sinni gjørdi býráðið seinkingar í ætlaninar. Menn høvdu tikið seg saman um at fara undir eitt projekt um handilsmiðstøð, men tá teir vóru komnir nakað ávegis, komu harraboð úr býráðnum at býarætlanin skuldi broytast og at arbeiðið teir høvdu gjørt, við fortreytum frá júst býráðnum, als ikki kundu brúkast. Varð farið meira miðvíst til verka frá kommununar síðu longu frá byrjanini, høvdu vit yvaleyst havt eitt handilssentur í gerð í miðbýnum longu nú. Hetta seinasta dømi kann ikki kastast hesum býráðnum fyri, men tað er brúkt fyri at vísa, at væntandi stýring í býráðnum er ikki nakað nýtt.

Tí er umráðandi at býráðslimir seta seg saman og finna útav hvørjar mannagongdir skulu vera og hvussu vit kunnu fáa eina umsiting og lokalan politiskan myndugleika, sum saman kann taka avgerðir skjótari enn higartil hevur verið galdandi.

Tá málið um ídnaðarøkið á Skarðhamri var til viðgerar í býráðnum, vóru bøndirnir við áhuga í málinum sjálvandi møttir, tí sjálvandi høvdu teir áhuga í einum máli, ið fekk so stóran týdning fyri teir. Tað er at vóna, at politikarar ikki vendu á tallerkinum á býráðsfundinum orsakað av at borgarar við áhuga í málum, sum viðkoma teimum møta upp, er tað tilfellið, so eru býráðspolitikkararnir ikki nóg sterkir.

Ilt var tó at fáa eygað á nakra aðra orsøk til at málið um klagurnar fór aftur í nevnd.