Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gongur skjótt at fiska kvotuna á Flemich Kap

Norðlýsið

Tilsamans vóru 3.246 tons at fiska á Flemich Kap, men við verandi fiskiskapi verður kvotan uppfiskað longu um 14 dagar. Fiskiskapurin hjá trolarunum gongur sera væl og hava teir fiska tveir triðingar av kvotuni.

Tilsamans vóru 3.246 tons at fiska á Flemich Kap, men við verandi fiskiskapi verður kvotan uppfiskað longu um 14 dagar. Fiskiskapurin hjá trolarunum gongur sera væl og hava teir fiska tveir triðingar av kvotuni.

Í morgun siga nýggjastu tølini frá Vørn at fiskað eru tilsamans 2.410 tons á Flemich Kap. Í gjár høvdu trolararnir fiskað 1.646 tons og línuskipini 746 tons. Fiskiskapurin er góður og við verandi fiskiskapi verður kvotan uppfiskað um tvær vikur.

Fiskiskapurin á Flemmich Kap byrjaði 28. Januar og seinasti báturin sum kom á Flemich Kap var Klakkur.

Sambært tølum frá Vørn hava trolarnir higartil (í gjár), fiska góðar tveir triðingar av tí sum longu er fiskað.

Brestir 460

Fønix 431

Sjagarklettur 371

Vesturleiki 383

Tilsamans 1646

Línuskipini hava eisini góðan fiskiskap

men fiska ikki eins skjótt sum trolararnir (tøl frá ígjár):

Kambur 269

Klakkur 268

Vágasteinur 208

Tilsamans 746 tons

Vildu hava skott

Línuskipini kravdu upprunaliga at landsstýrið setti skott ímillum tað sum trolarar og línuskip kundu fiska. Men hetta valdi landsstýrismaðurin ikki at gera grunda á fiskiskapin í fjør tá fiskiskapurin hjá trolarunum miseydnaðist. Tí fiska trolarar og línuskip í fríðari kapping og tølini vísa eisini at trolarar fiska væl skjótari enn línuskipini.

Í morgun siga nýggjastu tølini frá Vørn at fiskað eru tilsamans 2.410 tons á Flemich Kap.