icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gongur stak illa við toskafiskarínum, men vit vóna tað besta

Oliver Joensen

Oddmar Niclasen er skipari og ein av eigarunum av útróðrarbátinum Bragd. Tá tú spyrt um fiskiskap, so má eg siga, at tað hevur gingið stak illa við fiskarínum, tað, sum ferið er av heystinum. 

Vit byrjaðu tíðliga í august fjør, og tá var fiskiskapurin brúkiligur vit fingu eini 60.000 pund tilsamans i eini 10 túrar í august. Men í ár hevur verið syndarligt, vit settu eina setu og fingu 1500 pund í august, so vit tímdu simpulthen ikki meira. Í september hevur lagið eisini verið vánaligtum 3-4000 pund hava bátarnir ligið um og minni enn tað, so her er “einki at skiva heim um”, sum maðurin segði.

Enn hevur fiskiskapurin ikki tikið seg upp i oktober mánaða í fjørð settu vit eina setu norður úr Mýlingi og fingu 8.000 pund. Vit settu somu tíð í ár, sama sjóvarfall og fingu 1500 pund, so tú kanst ætla at vit eru ikki serliga hugaligir í løtuni. Prísurin hevur verið góður, men so skjótt sum nakað sum helst er á marknaðinum rýkur prísurin niður.

Nei, tað sær onki út í løtuni, men vit hopa og vóna. Hví støðan er soleiðis vita vit ikki, men menn tosa um at sjógvurin er ov heitur, eini 8 til 10 stig, men eg haldi ikki at sjógvurin var nógv kaldari í fjør, sigur Oddmar Niclasen skipari á Bragd.