Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gongur strúkandi hjá Team Klaksvík

Oliver Joensen

Nýggja hondbóltsfelagið í Klaksvík, Team Klaksvík, hevur fingið eina góða byrjan, í gjár, sunnudagin vunnu teir á Giljanesi.

Team Klaksvík vann eisini sín næsta dyst, sum var leiktur á Giljanesi, støðan gjørdist heili 23-37 til Team Klaksvík.
Allan Mørkøre var í rætta essinum og gjørdi ikki færri enn 14 mál.
Næsti dysturin verður nú leygardagin kl. 16.00 og tá verður leikt á heimavølli hjá Team Klaksvík, so her verður aftur eitt forkunnugt høvi hjá áskoðarum at síggja manshondbólt.
Sagt verður, at tað er ókeypis atgongd til dystin. Tey sum vilja stuðla felagnum, kunnu koyra nakrar krónur í bússina, ið stendur við inngongdina og allur stuðul kemur væl við, skulu vit heilsa og siga.