Fyri mær sær út til, at kommunan ger alt fyri at seinka málum um alment innlit. Eri vitandi um, at Norðlýsið hevur biðið um alment innlit um málið um skýlið fyri meira enn einum ári síðani, men hevur onki svar fingi enn.
Sjálvur bað eg um innlit í málið um skýlið tann 5. desember 2005. Lógin sigur, at eg skal hava svar innan 10 dagar. Kann freistin ikki haldast, skal eg fáa eina fráboðan um hví, og nær eg kann fáa svar.
Í brævi 21. desember fái eg so eitt bræv frá býráðnum, eftir mínum tykki við ongum svari og heldur ikki nakað um, nær eg kann vænta mær svar, bert verður sagt at býráðið tann dagin, altso 16 dagar eftir at eg havi sent teimum bræv, hava sent avrit av málinum til sín advokat, og at eg komi at frætta frá honum seinni.
Sjálvur ætlaði eg at seta meg inn í málið á jólum, so eg kundi geva Norðoyingum eina frágreiðing um byggingina av skýlinum, men nú mugu vit bíða og vita hvat sakførarin hjá kommununi sigur.
Um miðjan Desember bleiv eg uppringdur av umsitingini í býráðnum og bleiv spurdur um hvat fyri skjøl eg ynskti mær, um eg ynskti tekningar og annað, men segði eg, at eg vildi bert hava gongdina í málimum og hvat nevndin hevði viðgjørt og avtalað.
Hví teir nú hava sent málið víðari til sakførara sín, er ilt at meta um, hví ikki spæla við opnum kortum, er nakað við byggingini av skýlinum, sum ikki tolir dagsins ljós? Mær tykist framferðarhátturin løgin, eg havi bert sett Kl. Kommunu nakrar spurningar, sum eg havi sjálvsagdan rætt til, fyri at kunna geva borgarunum eina frágreiðing, tá eg sjálvur var partur av tiltakinum frá byrjanini av, men tað sær út til at eg fáið onki svar.
Livst so spyrst.
Símun á Høvdanum.




