Tað var niðurstøðan av aðalfundinum hjá KÍ, sum var í kvøld. Ein útskifting var í starvsnevndini.
KÍ hevði aðalfund í kvøld á loftinum í KÍ høllini. Og har kundi staðfestast, at KÍ hevur tað gott í løtuni og at 2016 hevði verið eitt gott ár hjá felagnum, bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Felagið hevur lítla skuld og áskoðarainntøkurnar vóru óvanliga høgar í 2016. Næstan ein millión kom inn í áskoðarainntøkum. 2017 verður eitt spennandi ár hjá KÍ, har m.a. bæði nýtt skýlið og luttøka í Europa League leggjast afturat virkseminum hjá felagnum. Hondbóltsfelagið Stjørnan er undir KÍ, og har bleiv eisini boðað frá, at felagið hevði tað gott í løtuni og at framtíðarútlitini vóru góð, sum støðan er í løtuni.
Í starvsnevndini hjá KÍ var ein broyting. Petur Martin Hansen tók ikki við afturvali og fyri hann bleiv vald Margit G. Joensen. Hinir starvsnevndarliminir hjá KÍ eru Tummas Lervig (formaður), Rúni Heinesen (næstformaður), Hilmar Danielsen (ábyrgdarfólk fyri fíggjarmál) og Jórun Jacobsen (ábyrgdarfólk fyri hølum). Myndin er av nýggju nevndini.




