Longu nú, ikki ein vika er farin síðani teir byrjaðu fiskiskap, hava teir tilsamans útivið 800 tons í lastini.
Ikki kann sigast annað enn at fiskiskapurin hjá Atlantic Navigator hevur verið góður, eisini hendan túrin. Teir hava útivið 600 tons av surimi í lastini og eini 180 tons av mjøli.
Veðrið hevur annars ikki verið av tí besta, í gjár lógu teir bakk, men kl. 10 ímorgun kastaðu teir aftur.
Teir eru staddur beint vestur úr Rock All, og sagt verður at fiskurin gongur rættuliga tættur. Bátarnir har á leiðini eru tó spjaddir yvir eitt stórt øki.
Uppá fyrispurning okkara um nær roknast kann við at svartkjafturin fer at ganga norðureftir ímóti føroyskum sjógvi, siga menn at teir rokna við at svartkjafturin verður rættuliga støðugt har suðuri á leiðini til gýtingartíðin er liðug, um einar 14 dagar afturat, síðani plagar røringur at koma í.




