Í skrivandi stund er Kallanes undir Borðoyar Líð á veg til Klaksvíkar við 11.000 pundum. Árni Zachariasen skipari sigur, at teir hava verið vestanfyri, eins og hinir stóru útróðrarbátarnir, og har hevur bara ligið væl fyri. Fyrsta túrin gjørdu vit sunnudagin og við túrinu í dag, fara vit at hava avreitt umleið 32-34.000 pund hesa vikuna.
Hetta hevur verið ein sera góð vika hjá okkum. Hendan seinasta túrin tóku vit 74 stampar við, so nú avgjørdu vit bara at koma hendan vegin at leggja veiðuna upp. Sunnudagin avreiddu vit á Klaksvík, men ein túr avreiddu vit á Sørvági og ein í Havn.
Kallanes verður á Klaksvík um ein lítlan tíma.




