Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað hevur gingið stak væl hjá Nærabergi hendan túrin

Oliver Joensen

Eftir at hava verið til fiskiskap í umleið fýra vikur, verður Næraberg væntandi aftur á Klaksvík sunnudagin.

Frá reiðarínum hjá Nærabergi frætta vit, at tað hevur gingið stak væl hendan túrin við at fáa fisk og at framleiða.
Sagt verður t.d. at ígjár fingu teir 80 tons av surimi niður og ídag kl. 16.00 høvdu teir fingið 70 tons av surimi niður.
Roknað verður við, at Næraberg, sum roynir í føroyskum sjógvi, kemur inn sunnudagin, sjálvan Norðoyastevnudag við umleið 800 tonsum av surimi og um 240 tonsum av mjøli. Eitt sindur verður fílst á marknaðin í løtuni, tí teir bert hava fingið um 11 krónur fyri kg. men næsta túr er ætlanin at leggja um til surimiframleiðslu av betri góðsku og tá verður roknað við betri prísi.