Í gjárkvøldið vann íslendska liðið KR, sum Rógvi Jacobsen spælir við, kappingina um Deildarbikarið.
Tá vit ringdu til Rógva Jacobsen fyri løtu síðani, var tað ein sera fegin fyrrverandi KÍ-ári vit høvdu í telefonini úr Íslandi.
Tað hevur gingist mær stak væl higartil í Íslandi. Vit hava leikt einar 20 dystir, av teimum hava vit bert tapt ein, leikt tveir javnar og vunnið allar hinar. Sjálvur havi eg bert verið á beinkinum í tveimum dystum og havið leikt allar 90 minuttirnar í hinum, so eg kann ikki klaga.
Í dystinum í gjárkvøldið ímóti Trótti skoraðu vit tað fyrsta málið, men í seinna hálvleiki fingu teir fyrst tvey mál og tá vit so satsaðu upp undir endan fingu vit tvey mál afturat, soleiðis at vit vunnu dystin við trimum málum ímóti tveimum.
Eg havi leikt á ymsum plássum, í fleiri dystum heilt har frammi, men eisini sum offensivur í miðverjuni og defensivur í miðverjuni. Sera hørð kapping er um plássini og spælir tú ikki væl ein dyst, so rýkur tú út á beinkin við tað sama. 25 mans eru í truppinum, so tú kanst ætla at kappingin er hørð um tey ymsu plássini.
KF hevur júst keypt ein vinstraverja úr USA, sum eitur Matude og hann skal koma til okkara nú í vikuni.
Annars trívist eg sera væl vinarlagið er gott millum leikarnar og eisini havi eg tað sera gott í felagnum, segði Rógvi Jacobsen í stuttari viðmerking úr Íslandi.
Norðlýsið ynskir Rógva og KR tillukku við steypinum.




