Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað hevur stóran týdning at kunna fólkið væl

Helgi Abrahamsen

“Tað er ikki ókent, at tá slíkar verkætlanir verða gjørdar, so hevur tað onkrar avleiðingar, og tí er umráðandi at kunna væl um arbeiðið,” sigur Artur Johansen, bygdaráðsformaður á Strondum.

“Tað er ikki ókent, at tá slíkar verkætlanir verða gjørdar, so hevur tað onkrar avleiðingar, og tí er umráðandi at kunna væl um arbeiðið,” sigur Artur Johansen, bygdaráðsformaður á Strondum.

“Tað er bara at kunna nóg væl, so trúgvi eg ikki at tað er nakar trupulleiki.” Tað sigur Artur Johansen, borgarstjóri á Strondum, tá Norðlýsið spyr hann, hvat hann roknar við, at fólk fara at siga til, at tað verður sprongt undir húsunum hjá teimum. Norðlýsið hitti Artur beint eftir hátíðarhaldið í Bygdarhúsinum á Strondum, í sambandi við at fyrsta skotið fyri Eysturoyartunlinum var latið av.

“Tað er ikki ókent, at tá slíkar verkætlanir verða gjørdar, so hevur tað onkrar avleiðingar, men eg havi tosað vit teir í felagnum, og har fer eitt trygdarumboð runt í húsini at kunna fólk,” sigur Artur.

“Eg havi eisini tosað við teir um at kunna um nær tað verður skotið, soleiðis at fólk kunnu fylgja við á onkrum portali so ella so. Á tann hátt kunnu fólk vita nær tað verður skotið, tí er tað nakað sum fólk spyr eftir í dag, so er tað upplýsing,” sigur hann.

Tiltakið eydnaðist væl

Um tiltakið í sambandi við at fyrsta skotið varð latið av sigur Artur, at hann er sera væl nøgdur við tað.

“Tað eydnaðist væl og her vóru nógv fólk – kanska nógv fleiri enn eg hevði roknað við,” sigur hann.

“Veðrið bleiv so deiligt. Tað regnaði illa fyrrapartin, men tað bleiv “sum “bestilt”,” sigur hann.

StÍF og Strálan tóku sær av stákanini í Bygdarhúsinum og tað var eftir ynski frá tunnilsfelagnum.

“Tey fingu eina samsýning afturfyri, so tað var í roynd og veru ein stuðul til tað sjálvbodna frítíðarvirksemið her í økinum,” sigur Artur.

Ræðist ikki tilflyting

Fyri eini tíð síðani var Artur Johansen í sjónvarpinum í sambandi við tunnilsætlanina, og har hevði onkur fingið ta fatan, at hann stúrdi fyri, at fólk fóru at flyta aðrastaðni frá til Strendur, tá tunnilin var komin.

“Nei tað er púra misskilt,” sigur Artur. “Eg eri ikki bangin fyri at nakar flytur til Strendur.”

Tað sum hann meinti við var, at tað er umráðandi at vera fyrireikaður til fólkavøkstur.

“Vit mugu ansa eftir ikki at proppa hús og bústaðir á øll øki. Vit mugu skipa alt økið soleiðis, at vit hava pláss fyri meira enn bara grundstykkjum. Tað skal eisini vera pláss fyri bæði vinnu, mentan, ella hvat tað skal vera,” sigur hann.

1. januar í ár búðu 980 fólk í Sjóvar kommunu. tað eru 33 fleiri enn 1. januar í fjør.

Harleywoodpaint