Halda vit, at Stjørnan vísti í kvøld í hondbóltsdystinum ímóti HK Slovan Duslo Sala úr Slovakia, hóast Stjørnan tapti 20-28.
Fyrri hálvleikur byrjaði væl, Slovenar komu fyrst framum við tveimum málum, men síðani kom glið á skorðingarnar hjá Stjørnuni og tá 8 minuttir vóru leiktir førdi Stjørnan 4-2. Men harfrá tók slovenska liðið fram og tá 12 minuttir vóru leiktir av dystinum var støðan 6-6.
Hálvleiksstøðan gjørdist 8-12 til Slovenia.
Stjørnan helt nøkunlunda støðuna til heilir 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá var støðan 17-22 til slovenia, men tá fingu vit tvær útvísingar og tað kostaði dýrt. Mótstøðuliðið kom upp á 27 mál ímeðan vit onki fingu afturat, tó megnaðu vit at pynta uppa úrslitið við endaligu støðuni 20-28.
Tað var hugaligt at síggja stríðsviljan hjá Stjørnuni, serstakliga tá hugsað verður um, at Joan Djordjevic kom inn hóast hon hevur verið plágað av skaðað og ikki minst Una Olsen, strikuleikarin var ikki við, eisini orsakað av skaða. So vit sita eftir við einum ráka um, at tað eigur at bera til, við eitt litið sindur av heppni, at koma víðari í Europa Cup í kvinnuhondbólti




