Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað kann eg lova vegna Tjóðveldi!

Helgi Abrahamsen

”Eg kann lova vegna Tjóðveldi, at tá ið vit taka við leiðslu landsins, so fara vit ongantíð at blokkera fyri viðgerðum av andstøðuuppskotum, – aldrin!” So avgjørdur var Høgni Hoydal, tá hann í løgtinginum fyri tveimum árum síðani viðgjørdi uppskotið hjá Tjóðveldi um at broyta Stýrisskipanarlógina.

Hann kundi lova, at hansara flokkur í samgongu fór ongantíð at forða nøkrum andstøðuflokki at sleppa at viðgera nakað mál.

Og lyftini hildu fram:

”So fara vit eisini at lova, at ein triðingur av løgtingsfólki – ein triðingur av løgtingsfólki, skal, um tey ynskja tað, fáa mál til fólkaatkvøðu, um tey halda tað vera so mikið týdningarmikið.”

Hetta vóru lyftini, sum Høgni Hoydal av tingsins røðarapalli kundi lova fyri tveimum árum síðani, og bæði hesi lyftini eru brotin hesar seinastu vikurnar. Meðan samgonguuppskot verða løgd fyri tingið við 17 undirskriftum, so sleppa andstøðuflokkarnir ikki at leggja síni uppskot fram, tí teimum restar eina undirskrift úr samgonguni, og hana fáa teir ikki. Tað sama kann sigast um lyftið um fólkaatkvøður. Eitt uppskot um at beina hjúnabandslógina til fólkaatkøvðu fekk 16 atkvøður fyri og 17 ímóti og varð harvið felt – av millum øðrum flokkinum hjá honum sum kundi lova, at um ein triðingur av løgtingsfólki ynskti at fáa mál til fólkaatkvøðu, meðan hansara flokkur var í samgongu, so skuldu tey fáa tað.

(Røðan kann hoyrast her):  http://www.logting.fo/files/sound/2013/68/2/44-1-032514-172939.mp3