Áseyðaroyting 2014: Tað er tíð at royta seyðin, og meira enn so. Summarfjøllini verða gingin, og tað er eisni lagamanni í hesum góðveðursdøgum. – Á einum fjalli vestanfyri í dag høvdu teir leigað ein mann úr Wales at royta tað mesta av seyðinum.

Fyrr var roytt við hond og allarhægst neyðugt varð dolkur brúktur. Síðani var ”ókey” at brúka dolkin. Men annars varð bert roytt frá hond. Teir gomlu dámdu ikki væl, tá ið teir fyrstu saksarnir komu. Seyðurin skuldi ikki tola tað, men hann yvirlivdi eisini tað.
Í hesi teknisku tíðum er trimmarin tað nýggjasta. Men trimmarin er ikki so lættur at brúka, tað krevst nógv venjing og nógvir seyðir til, áðrenn tað gongur heilt skjótt fyri seg. Skotar, avstraliumenn, walisar o.a. eru ”professionellir” til hetta. – Tað eru nakrir, ið liva av, at trimma seyð.
Hesin, vit síggja á livandi myndunum, er ein av teimum. Hann sigur, at hann megnar uml. 45-50 seyðir um tíman. Tað megnaði hann eisini.
Soleiðis gongur tað fyri seg. Norðlýsið var ein túr við myndatólinum. Ja, so skjótt og ómakaleyst kann tað gerast: