Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað kókar í Eysturkommunu

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) Norðlýsið var í Sarpugerði í kvøld fyri at kanna stemningin undan steypafinaluni.

Víkingur vandi í góðveðrinum og fitt av fólki var kring vøllin og fylgdi venjingini. Og eftir at Víkingur hevði vant í áleið ein tíma, so fóru bilar floytandi runt um í bygdunum í Eysturkommunu. Og inni í Víkinga húsinum blivu bannarar gjørdir.
– Vit vóru í gjár og fara væntandi at koyra floytandi runt í bygdunum øll kvøldini hesa vikuna í sambandi við steypafinaluna. Koyrt verður runt í øllum trimum bygdunum, søgdu fyrireikararnir beint áðrenn teir fóru til Syðrugøtu, har teir fóru fyrst í kvøld. 
Í Víkingi tykist alt at kóka í sambandi við steypafinaluna. Íbúgvarnir hava upplivað nógvar steypafinalur seinastu árini og tað skínur ígjøgnum Víking, at tað verður sæð fram til finaluna leygarkvøldið við sera stórum spenningi. Sølutølini siga eisini, at meir enn annarhvør íbúgvi í Eysturkommunu verður á Tórsvølli leygarkvøldið. Væntandi fer Víkingur at hava tað hægsta áskoðaratalið, sum felagið nakrantíð hevur havt til ein dyst. 
Sí video og myndir av viðhaldsfólkunum hjá Víkingi í kvøld.