sigur Hanus Kjølbro, sum fríggjakvøldið varð raktur av omanlopið á Viðareiðisvegnum
– Ein hvøllur brestur – ljósið sløknaði – útsýnið burtur – og eg høggi bremsurnar í!
Soleiðis greiður Hanus Kjølbro frá tá hann, eftir ein túr í svimjuhøllini í Klaksvík, var á veg heim við dóttur síni.
– Eg meti at eg havi koyrt nakað omanfyri 70 km/t. Bæði eg og dótturin sótu íbundin trygdarbelti og vistu av ongum fyrrenn ein ella fleiri steinar raka bilin.
– Eg kann samanbera tað við at verða skotin. Vit vistu av ongum fyrrenn vit vóru rakt og alt sortnaði fyri okkum.
– Motorurin steðgaði av stoytinum og tá bilurin var steðgaður einar 20 metrar frá omanlopinum, var bilurin fullur av air-bag.
– Eg fekk dóttrina úr bilinum og tíbetur hevði hon als ongan snudd fingið.
– Sjálvur fekk eg okkurt smávegis, men har stóðu vit so í myrkrinum á Viðareiðisvegnum í glæmini frá tí einu lyktini á bilinum – sum eisini yvirlivdi stoytin.
– Eg ringdi síðani 112 og boðaði frá óhappinum og ringdi síðani til svágin og fekk hann at koma eftir dóttrini.
– Tað er eingin ivi um at vit hava verið sera heppin. Um steinurin rakti okkum so vóru vit farin í smildur.
– Dagineftir fóru vit ein biltúr at hyggja eftir staðnum har omanlopið var og eg má siga at tað var øðilgt at síggja.
– Steinurin sum hevur rakt okkum er nógv størri enn eg hevði ímyndað mær. Vit sóu dúp sár í vøllinum niðanfyri vegin, so tað er eitt guðs undur at vit eru á lívið.
Hanus Kjølbro sigur at umstøðurnar á Viðareiðisvegnum eru ikki tolandi.
– Í dag eru bara trý støð eftir í landinum sum líkjast umstøðunum á Viðareiðisvegnum.
– Tað er á Tjørnuvíkarvegnum og á Dalsvegnum, men munurin er tann at har er talan um ávís støð sum eru trupul, meðan vit her hava eitt strekki uppá fýra kilometrar – har tað javnan er omanlop.
– Eisini eiga vit at hava í hugað at á Viðareiði búgva 350 fólk harav 60 børn eru í skúlaaldri. Skúlabussurin koyrir hvønn dag eftir Viðareiðisvegnum.
Meira seinri




