Í gjár var undirritaði á einum sera jaligum fundi við Løgmann saman við politisku lokalfeløgunum og borgarstjórum úr Norðoyggjum og Vágunum. Á fundinum boðaði løgmaður frá at hann fór at finna eina politiska semju um hvat skal gerast nú brúkararnir av Vága- og Norðoyatunlinum hava goldið lánini niður og Vágatunnilin er klárur at verða handaður landinum, sum lógin um fast samband um Vestmannasund ásetur.
Í gjár var undirritaði á einum sera jaligum fundi við Løgmann saman við politisku lokalfeløgunum og borgarstjórum úr Norðoyggjum og Vágunum. Á fundinum boðaði løgmaður frá at hann fór at finna eina politiska semju um hvat skal gerast nú brúkararnir av Vága- og Norðoyatunlinum hava goldið lánini niður og Vágatunnilin er klárur at verða handaður landinum, sum lógin um fast samband um Vestmannasund ásetur.
Tað var ikki sørt hugstoytandi fyri meg at hoyra ein landsstýrismann við morgun gron, úttala seg til útvarpið í morgun um at hann hevði fingið eina ógvusliga uppgávu at finna pengar um ”eingin skal gjalda”???
Fundurin var annars við Løgmann og tí hevði tað sømt seg betur um landsstýrismaðurin lat Løgmann úttala seg um hetta sera týðandi mál.
Spurningurin er ikki um hvørt tað skal gjaldast ella ikki, men av einari ella aðrari orsøk roynir landsstýrismaðurin at grugga málið.
Um Landsstýrismaðurin roynir at blanda Strandferðsluskipini og tunnlarnar saman er tað óskiljandi og gevur onga meining.
Íløgurnar/byggi/keypskostnaðin fyri Strandferðsluskipini hava vit rinda gjøgnum skattin. Hvørjaferð skipini leggja frá landi rindað vit fyri at verða umborð, tí raksturin er sera kostnaðarmikil. Harafturat stuðla vit skipinum hvørt ár við pengum úr landskassanum fyri at halda kostnaðin hjá teimum ferðandi niðri á einum rímiligum støði.
Í undirsjóvartunlunum rinda vit sum koyra alt gildið. Umframt íløguna verður allur rakstrar- og viðlíkahalds kostnaðurin av tunlunum rindaður hvørt ár av okkum, sum koyra gjøgnum hesar tunlarnar. Harafturat hava EINANS vit sum koyra gjøgnum tunlarnar rindað øll lánini, sum fíggjaðu íløguna.
Nú byrjar man politiskt at tosað um at vit sum koyra gjøgnum tunlarnar eisini skulu rindað landskassanum partapeningin í feløgunum aftur + brúgvar, + rundkoyringar og annað, sum varð gjørt í samband við tunlarnar.
Hetta er ein fullkomiliga nýtt slag av politikki í Føroyum har brúkaragjøld verða áløgd, sum bert eru galdandi ávís støð í landinum.
Hetta er rætt og slætt kapitalvinna, sum einki hevur við samhaldsfesti at gera .
Taka vit Vágatunnilin sum skal handast landinum í Desember í ár, so vísir tað seg at hóast flogvøllur er í Vágunum, so koyra fleiri bilar eftir Vestmannavegnum enn gjøgnum Vágatunnilin. Orsøkin er uttan iva bummgjaldi.
Harafturat vísa útrokningarnar at um ferðslan til og úr Vágunum einans økist 10% eftir at bummgjaldi er burtur og vit siga at vágafólk eiga 40% av hesi økingini, so er økta inntøkan frá bensinavgjaldinum á bilar hjá vágamonnum, sum hendan økta ferðslan gevur, nokk til at rindað viðlíkahald og rakstur av Vágatunlinum.
Landsbúskaparliga gevur tað als onga meining at vit hava eina umsiting av fólki, sum skal telja nummarplátur í tveimum tunlum, eftir at brúkarin einsamallur hevur rindað og handað landinum íløguna.
At siga tað at eingin skal gjalda er fullkomiliga burtur við – óseriøst – og tí vóru útsagnirnar hjá landsstýrismanninum í morgun betri ósagdar.
Um trupulleikin er at landsstýrismaðurin ikki hevur skilt málið, eigur løgmaður beinanvegin at taka málið úr hondunum á landsstýrismanninum.
Vinarliga
John William Joensen




