Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað lá eitt ávíst trýst at tí manni, sum skuldi velja gávuseyðin

Oliver Joensen

Tað segði Signhild Vilhelmsdóttir millum annað í talu síni, sum hon helt á Syðradali við 200 ára minnihátíðina fyri bygdini. Signhild plagdi nevniliga at ganga við posti og minntist millum annað teir báðar, Valdemar og Sigurð á Bakkanum. Talan hjá Signhild er niðanfyri:

Syðradal 200 ár!

Stórbært, vakurt og nærverðandi, trý orð sum lýsa bygdina Syðradal.

Fá men kná, kann ikki annað sigast um bygdina Syðradal og fólkið her býr. At halda lív í eini bygd sum hesi, er í sjálvum sær ein avbjóðing. Avbjóðingin er, at fáa tað dagliga arbeiði at ganga allar ársins tíðir og samstundis fáa ta andaligu mettuna, okkurt sum lívgar hug og sál.

Onki kemur av sær sjálvum, uttan tíðin, tí skal stór orka til eitt lítið samfelag. Og Syðradalur er eitt av okkara minstu samfeløgum. Einans eitt fastbúgvandi húski, sum telur fýra fólk. Men eisini onnur við tøttum tilknýti til bygdina, seta sín dám á lívið her. Byrjaði við at siga, fá men kná, men hóast tað, er Syðradalur ein tann best røkta bygdin í landinum og við blíðskapinum í hásæti. Hvør hevur ikki sitið gott heima hjá Poulinu og Erik, notið tað heima gjørdu kakuni afturvið einum góðum kaffimunni, har tosið er farið víða.

Minnist tá ið eg plagdi at koma oman á bakkan við posti. Sigurð og Valdemar vóru teir einastu, sum búleikaðust har. Tað var sum at traðka inn í annan heim. Onki óljóð, ongin ókendur luktur. Her andaði av óspiltari náttúru, friði og sælu. Lukturin av koli, blanda við luktin av fjøru og grasi, krydda við áartutlinum frá ánni beint uttan fyri bakkahúsini.

Onkuntíð kom eg til tóm hús. Var tað seinast í mánanum, aldursrenta varð væntandi, so hendi tað meira enn so, at eitt skriv lá til mín. “Vit eru norðuri við gjónna og seta niður epli” Síggi tað fyri mær, eg vaggandi norður eftir bakkanum full upp undir hendir, fyri at boða frá pensjón. Teir fingu boðini, so fóru vit so fitt spákandi, Valdemar og eg, í Valdemars’sá tempo heim eftir bakkanum. Eg fekk undirskriftirnar og menninir á bakkanum sína pensjón, á køksborðið, soleiðis sum tað altíð hevði verið.

Tankarnir hjá mær fóru til Sámal Clemensen og hansara stoppur, tað var hann sum gekk við postboðunum og tók tíð. Vit skuldu ikki brúka meira enn 1 min. pr. hús. Hevði hann vita. Men bakkamenninir hava nokk ikki verið dýrir fyri samfelagið, so hatta var teimum væl unt.

Onkuntíð var tað kalt at koma inn til Sigurd og Valdimar, kaldari enn úti. Sat eg eina løtu og bíðaði, meðan annar av teimum leitaði rokningar fram, sum skuldu gjaldast, fekk eg tíð at undrast yvir livimátan og umstøðurnar. Rúturin í køkinum sá løgin út, kíndi eftir glasinum og fann útav, at tað lá frost innan á rútinum, í tí sama sigur Sigurd, ja tað er so kalt, at sjálvt landi í náttpottinum er fryst.

Eitt, sum eg eisini ofta hugsaði um, var hvussu blankt tað bláa køksgólvið var, sá út sum um tað var ný polera. Men lívið og tíðin høvdu eisini sett síni spor, slitið frammanfyri kolkomfýrinum og vaskinum, boðaði frá, at tað var har tað heila hevði gingið fyri seg. Á bonkinum í køkinum, kundi ein eisini síggja, hvussu og hvar húsfólki hevði funnið sær hvíld.Tveir bygdamenn, tveir originalar, sum livdu forntíðina heilt inn í okkara tíð.

Í dag frystir ikki í náttpottinum ella í køksvindeyganum. Í dag frysta I-phone og I-pad og tilverugrundarlagið rillar. Tað gjørdi tað ikki á bakkanum, um tað frysti, lívið við síni dagligu gongd helt áfram. Í dag fáa vit ikki høvi at lukta ella sansa, við tí sum teir køldu og hørðu skermarnir bjóða okkum, tí er tað ein brellbiti av forkunnleika, at njóta bygdarlívið, náttúruna og alt tað sum her fóðrar okkara sansir.

At síggja ungdómin trívast og vitja her, er at fegnast um, uttan tey, er bygdinini ikki lív laða. Tey koma at trívast her saman við frásøgnum um fortíðina, fyri síðani at taka gamlar siður við inn í nútíðina. Tí eiga vit at fjálga um tað yngra ættarliðið og verða takksom fyri tey.

Orðið kultur, á okkara málið mentan, er latín, og merkir tað dyrkaða og er tað mótsatta av nattúr, ið er tað fødda. Tað vil siga, at vit øll eru fødd av nattúr og alt tað sum legst afturat er so mentan. Tí er tað oftani ymiskt frá bygd til bygd og enn meira ymiskt frá landi til lands, hvat legst afturat okkara lívsleið og harvið gerst okkara mentan.

Syðradal er frá gamlari tíð kent sum eitt stað, har gávuseyður varð givin. Tey ið høvdu tilknýti til bygdina fingu gávuseyð, heysti eftir tey vóru vígd. Fjøllini vóru gingin og so skuldi gávuseyðurin finnast. Tað lá eitt ávíst trýst at tí manni, sum skuldi velja gávuseyðin. Gávuseyðurin skuldi verða tann besta geldærin hetta árið.

So kann ein bara gita um, at onkur seyður ikki varð flettur ella ein hvít lygn kanska fór av munni, fyri at gávuseyðurin kundi livað upp til normin, sum tann besta geldærin tað árið. So varð eitt kvøld sett av til fletting av gávuseyðinum, sjálvandi var vektin tann besta og veitsla varð hildin. Eisini var tíð til hvønn annan, at støkka inn á gólvið hjá hvør øðrum og tosa um leyst og fast, tó eina mest um hvussu skurðurin hevði hilnast, við eitt sindur av reypi um vektina.

Alt hetta er við til at forma eina mentan, eina mentan sum er ogna tykkum sum í dag hoyra til, ella hava tilknýti til Syðradal fram til dagin í dag, nú bygdin fyllir 200 ár.

Fagurt ert tú, fosturlandið,
tá ein mjúkur, svalur andi
streymar havinum ífrá;
blíðar heilsur til mín ber hann,
sveimandi um fjallið fer hann,
kyssir blómur foldum á.

Fari at enda við at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við tí stóra runda 200 ára føðingardegnum, uttan hesa bygd vóru vit fátøk og takk til tykkum øll, sum lívga um hesa bygdina, eins og allar aðrar føroyskar bygdir.

Til lukku Syðradalur. Guðs signing framyvir.

Takk fyri!