Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað líkist ongum – at synda seg út úr gudsmyndini

Óli Nicodemussen

Áðrenn sodomivikan fer av bakkastokki – nøkur orð um gudsmynd og kynslív.

Áðrenn sodomivikan fer av bakkastokki – nøkur orð um gudsmynd og kynslív.

“So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.” (1. Mós. 1:27)

Fyribrigdið hjún (maður og kona, noyðist mann nokk at viðmerkja í dag) er ein partur av gudsmyndini.

Tað er okkurt við samlívinum millum hjún, sum avspeglar samfelagið, ið hin tríeinigi Gud hevur við seg sjálvan – hjúnabandið er ein gudsmynd, ið kann skapa lív í sínum egna bílæti (t.v.s. egin børn).

Hetta hevur dýpdir, sum vit ikki fara nærri inn á nú…

Vanligt siðloysi dregur hetta niður á djórastøði t.v.s. sum instikt, ið nøktar likamliga girnd.

Homoseksualitetur dregur hetta niður á djevlastøði – tað er í grundini ikki seksuallív innan fyri náttúrliga girnd, men ein demonisk perversión, íð fyrigongur seg meiri í tonkunum á einum spiltum sinni, enn í likaminum.

Rómverjabrævið kap. 1 avmyndar, hvussu myrkursins høvdingi manifesterar seg gjøgnum tíðarandan í hesum heimi í børnum ólýdnisins inntil dárahjarta teirra gerst fullkomiliga myrkt – í grundini eitt svart negativ av upprunamyndini, ið prógvar kynsvillu sum meiri andaliga enn holdliga, nevniliga demoniska. 
Eingarnir eru førir fyri at materialisera seg og fremja kynsligar gerðir (eisini gita børn), men teir hava ikki náttúrliga “seksuella orientering”, teir tráa “fremmant kjøt” (Jud.7), t.v.s. kynsvillu av alskins slag, eisini við dýrum, sum sæst aftur í menniskjum, ið eru demoniserað.

Einglarnir hava tó ikki gudsmynd, soleiðis sum menniskju hava, tískil hava teir ikki seksuelt ella sosialt samfelag soleiðis sum menniskju – teir fyrihalda seg til Gud og til sín sjálvan. Teir góðu andarnir tráa Gud, men demonar kunnu ikki tráa Gud. Teirra tráanir eru eisini uttanfyri tað, sum er náttúrligt, men teir tráa í grundini “seg sjálvan”, og tað manifesterar seg í tiltakandi villum og avskeplaðum lystum – tráanin eftir sínum egna kyni er av sama slag (tráa seg sjálvan) – Her er gudsmyndin farin…