Ætlanin er at hava ein felagsfund ímorgin millum tey feløg, sum eru rakt av ætlaða niðurskurðinum í fiskidøgnum
Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, váttar at skipað verður fyri einum felagsfundi í morgin.
– Tey feløg, sum eru rakt av ætlaða niðurskurðinum fara at savnast til fundar har vit fara at tosað um hvat nú er at gerða.
– Skulu tiltøk hava nakra vekt so er óviað rættari at seta tey í verk áðrenn niðurskurðurin verður veruleiki, sigur Auðunn Konráðsson, í stuttari viðmerking.
Hann vil tó ikki siga hvørji tiltøk talan er um, men tað ljóðar millum veiðumenn at ætlanin er at stevna fiskiflotan til høvuðstaðin mikudagin, tá løgtingið kemur saman.




