Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað órørda dregur

Danial Viðoy

Viðareiðis-tema: Tað er tann órørda náttúran, sum dregur ferðafólk til Viðareiðis og Føroyar yvirhøvur. Norðlýsið setti einum eldri pari úr Danmark stevnu eysturi í Eiðsvík í dag og spurdi hvat tað er, sum dregur tey til Føroyar?

Viðareiðis-tema: Tað er tann órørda náttúran, sum dregur ferðafólk til Viðareiðis og Føroyar yvirhøvur. Norðlýsið setti einum eldri pari úr Danmark stevnu eysturi í Eiðsvík í dag og spurdi hvat tað er, sum dregur tey til Føroyar?

Útlendst ferðafólk eru sum grátt undir steini hesa tíðina og leggur mann í, fæst prát burturúr. Skrivarin hjá Norðlýsinum, sum í dag leggur dent á Viðareiði, setti danskarum nakrar spurningar um at ferðast í Føroyum.

– Tað er allarmest tann órørda náttúran, tað náttúrliga, sum ið hvussu er tiltalar okkum allarmest. Vit hava verið í Føroyum við bili síðani sunnudagin.

– Og tað, sum desidera er ornað til ferðafólk, er eisini so náttúrligt. Deiliga avslappani og ongar upplýsandi lampur við nógvum farvum sum aðrastaðni, men bert litir, sum er skaptir av náttúrunnar hond.

– Hesa vikuna er tað eisini tað góða veðrið, sum dregur. Tað hevur í roynd og veru verið betri veður í Føroyum hesa vikuna enn í Danmark.

– Og so skulu føroyingar eiga, at teir eru sera blíðir og fyrikomandi. Vit kunnu ikki seta fingurin á nakað, ið hvussu er ikki enn.

Seinni møtti skrivarin teimum í matstovuni hjá Elisabeth Nybo, sum vit fara at hoyra nærri um seinni.