Sigur ein sum í mong ár hevur fylgt við politikki í norðoyggjum.
Nógv verður gitt um framtíðina hjá Karsten Hansen, og nú kl. 10 fer Karsten Hansen at almannakunngera sínar framtíðar ætlanir á tíðindafundi á Sjómanssheiminum.
Karsten aftur í Tjóðveldi
Ein, sum í mong ár hevur fylgt við í politikki í norðoyggjum, sigur við Norðlýsið at hann dugir ikki at síggja nakra framtíð fyri Karsten í politikki um hann velur at skifta til miðflokkin ella sjálvstýri í norðoyggum.
– Hóast miðflokkurin fyri stórsta partin eru fyrrverandi tjóðveldismenn so er eingin ivi um at tað kristiliga umhvørvið í Norðoyggum als ikki fer at fylgja Jenisi.
– Tí verður tað sera trupult hjá Karsten at flyta nakrar kristiligar atkvøður úr norðoya tjóðveldisfelag yvir í miðflokkin.
– Taka vit so sjálvstýrisflokkin so hevur Karsten ongan sum helst møguleika at gerast ein annar Asbjørn Joensen.
– Til tess er tjóðveldisarvurin hjá Karsten alt ov tungur og kristilig vongurin í norðoya sjálvstýrisfelag fer neyvan at stuðla Karsten.
– Eg eri sannførdur um at tað klókasta sum Karsten kundi gjørt var at boða frá at hann verður verandi í Tjóðveldisflokkinum. Á tíðindafundinum kundi hann so greitt frá hví og sum Jens Otto Krag einaferð segði, so hevur ein eina meining til ein hevur eina aðra!
– Eg trúgvi eisini at leiðslan í tjóðveldisflokkinum vil strekkja seg langt fyri at fáa Karsten aftur. Trupult er at fáa eygað á ein eftirmann hjá Karsten og tí er vandi fyri at stóri taparin gerst tjóðveldi, um Karsten flytur flokk.




