Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað regnar beinleiðis í kassan hjá SEV

John William Joensen

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, staðfestur at kommunali orkustovnurin hevur spart einar hálvt hundrað milliónir krónur í olju seinastu tríggjar mánaðarnar, nú áhaldandi vindur og regn hava herja landið síðan november í fjør.

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, staðfestur at kommunali orkustovnurin hevur spart einar hálvt hundrað milliónir krónur í olju seinastu tríggjar mánaðarnar, nú áhaldandi vindur og regn hava herja landið síðan november í fjør.

Stjórin í SEV vil ikki siga at hann ynskir at áhaldandi áarføri skal halda fram men hann viðgongur at vatn og vindorkuverkini hjá SEV hava framleitt nógva orku seinastu mánarnar og hetta sæst aftur í oljuforbrúkinum.

Ein uppgerð fyri desembermánaða vísti at vit brúktu góðar 10 mió. kr. minni í olju enn roknað var við. Harafturat hava vit higartil í ár spart so nógva olju at vit júst hava tikið avgerð um at útseta eitt oljukeyp tveir mánaðar og eitt tílíkt oljukeyp hevði annars kostað okkum góðar 40 mió. kr..

Vit eiga øll SEV so vit kunnu sjálvandi fegnast um sparingina men trupult er at meta um oljubrúki tí tað er ikki nógv ár síðan at vit høvdu eitt tíðarskeið við turki og stilli í meira enn tríggjar mánaðar og tá koyrdu motorarnir kring landið allan sólarkringin, sigur stjórin í SEV í stuttari viðmerking.

Sambært heimasíðuni hjá SEV í dag eru heili 80% av orkuni hjá SEV frá vatn (78%) og vindi (2%).

Greining av heimasíðuni hjá SEV um DESEMBER 2013

Vatnið og vindurin vóru høvuðsgrundarlagið undir elframleiðsluni í desember, tá ið góð 75 prosent av framleiðsluni stavaðu frá varandi orkukeldum. SEV spardi nógvar oljuútreiðslur í jólamánaðinum.

Varandi orkukeldurnar – vatn og vindur – vóru høvuðsgrundarlagið undir elframleiðsluni í desember 2013. 75,2 prosent av elorkuni stavaðu frá vindi og vatni í jólamánaðinum, og 24,8 prosent av framleiðsluni komu frá ojuriknu verkunum. Tað hevði við sær, at oljuútreiðslurnar í desember 2013 vóru í miðal 73 prosent lægri sammett við útreiðslurnar í desember mánaði tey trý undanfarnu árini.

SEV brúkti olju fyri góðar fýra milliónir krónur í desember 2013 samanborið við eitt nú góðar 14 milliónir krónur í desember 2012. Í desember 2013 brúkti elfelagið tilsamans 1094,8 tons av tungolju sammett við desember 2012, tá ið oljunýtslan var 3.498,3 tons.

9,4 prosent av elorkuni vóru framleidd úr vindi, og 65,8 prosent vóru framleidd úr vatni í desember 2013. 24,8 prosent av elorkuni komu frá oluriknu verkunum – harav meginparturin frá Sundsverkinum. Diesel-motorarnir á Sundsverkinum framleiddu 69 prosent minni í desember 2013 samanborið við desember 2012.

SEV setti sostatt met í framleiðsluni úr varandi orkukeldum í desember 2013, men av tí at árið annars var vánaligt við vindi og vatni, liggur 2013 niðanfyri eitt miðalár, tá talan er um framleiðslu úr varandi orkukeldum.

Tað var lítið av avfalli allar mánaðir í fjør uttan juli og desember, og somuleiðis var minni vindur í 2013 enn vanligt. Tær fimm vindmyllurnar í Neshaga eru orsøkin til, at samlaða framleiðslan úr vindi kortini øktist.

Vindmyllurnar hjá SEV og Vindrøkt settu met í desember. Myllurnar framleiddu tilsamans 2.460 MWh í jólamánaðinum, og tað eru 10 prosent meira enn í desember 2012.

Eiðisverkið framleiddi eisini framúr nógv í desember – 9.552 MWh – sum er mesta framleiðsla á Eiðisverkinum nakrantíð. Tað er 25 prosent hægri enn í november 2002, tá ið Eiðisverkið framleiddi 7.139 MWh, sum var gamla framleiðslu-metið á verkinum. Ein orsøk til, at Eiðisverkið nú kann framleiða so nógv, er, at ein turbina er sett upp afturat, og at tær báðar gomlu turbinurnar eru høvuðsumvældar og effektiviseraðar. Nýggi átta kilometrar langi tunnilin, sum m.a. gongur oman fyri Norðskála og Selatrað, savnar eisini meira vatn í Eiðisvatn.

Oljuriknu motorarnir á Sundsverkinum framleiddu 4.236 MWh í desember 2013, og tað er 69 prosent minni samanborið við desember 2012. Til samanberingar kann eisini nevnast, at Sundsverkið framleiddi 16.376 MWh í august 2013.

Samanumtikið ber til at siga, at nógva regnið í desember 2013 lyfti framleiðsluna úr varandi orkukeldum væl uppaftur í hagtølunum, eftir at metingar hjá SEV í seinnu hálvu av 2013 bendu á eitt vánaligt ár við vind og vatni.

Harleywoodpaint