Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað ríður um snærið

John William Joensen

Enn er fundarvirksemið í samgonguni, men tað er ikki ov nógv sagt at bylgjurnar í samgonguflokkunum ganga høgar í kvøld

Sambandsflokkurin hevur sitið á fundi tað mesta av kvøldinum og tað tykist sum at flokkurin stendur sum ein maður aftan fyri flokksformannin, sum í tinginum í gjár boðaði frá, at óskilið við at einstakir tinglimir løgdu uppskot fyri tingið skuldi halda uppat her og nú.

Síðan Edmund Joensen, við signing frá sjálvum løgmanni, legði uppskotið um Føroyar, sum eitt valdømi, fyri tingið – er ein samgonulimir fyri og annar eftir komin við uppskotum um ymiskt, sum semja ikki hevur verið um í samgonguni. 

Seinast var John Jóhannesen, sum fyri stuttum legði uppskot fyri tingið at byggja nýggjan Studentaskúla og hetta fekk formannin í Sambandsflokkinum at krevja samgongufund.

Men spurningurin er hvørjum tað gagnar at samgonguslit verður – tí um Sambandsflokkurin slítur samgonguna við Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, so er stórur møguleiki fyri at Sambandsflokkurin eftir komandi løgtingsval verður í andstøðu og Tjóðveldi far betri møguleikar at gerast stjørnarflokkur.

Verður samgonguslit, so kann staðfestast, at uppskotið um at gera Føroyar sum eitt valdømi – sum Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard vóru pápar at gjørdi enda á samstarvinum í breiðu samgonguni.