Fyrr í vikuni høvdu vit myndir av seyðarakstri í Uppsølum ( sí her). Fleiri av fjallmonnunum hildu tá, ímeðan teir róku og tá júst var komið á rætt, at tað sá bara væl út. Men stórt var skuffilsið tá vigað varð. Eg haldi, at tað at veðrið var gott, ullin løtt á seyðinum og raksturin gekk einastandandi væl, at tað hevur á ein ella annan hátt gjørt, at gongan sá betur út enn hon royndist.
Niðurstøðan er, at úr Borðoyarlíð og Keldum komu 6.032 pund til býtis, hetta er seyður í livandi vekt, veðurlomb gimburlomb og ær. Í fjør var vektin úr somu hagapørtum 8.524 pund. Ein minking í úrtøkuni uppá umleið 30%.
Norðlýsið hevur ringt til bøndur og fjallmenn aðrastaðni, og næstan alla staðni verður latið illa at. Tað ljóðar frá 20 til 30% minni vekt úr nógvum ymiskum hagapørtum.
Samstundis hoyrist um stórt felli onkustaðni ljóðar at úrtøkan bert skal hava verið um 70% minni í ár enn í fjør. Men hesi tíðindi hevur ikki eydnast okkum at fingið váttað.
Givið er tó, at stórt felli hevur verið nógvastaðni í ár, so áhugavert verður at síggja hvat fer at henda við kjøtprísinum. Í skrivandi stund sær út til at ræsta kjøtið og rivini verða dýr í ár.




