Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað sær spennandi út við valinum í Klaksvík

Oliver Joensen

Nú klokkan fýra boðar Karl Johansen, formaður í valstýrinum frá, at 1056 fólk hava greitt atkvøðu ímóti 985 klokkan fýra í 2004.

Sostatt líkist støðan tí, at vit fara at fáa enn størri luttøku á kommunuvalinum í Klaksvík enn vit høvdu í 2004 og tað sær rættuliga spennandi út.
Hóast nógvir av politikarunum halda at valstríið hevur verið eitt sindur tamt hesaferð, so er ikki líkt til at borgarnir eru líkasælir, so kanska fara vit at síggja stórar broytingar hesaferð, ella hvussu, velja vit teir somu?
Ikki kann sigast annað enn at tað verður sera spennandi at frætta frá uppteljingini í kvøld og serstakliga um so verður at valluttøkan verður munin hægri enn í 2004.