Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað spírar úr skeltihaldaranum

Oliver Joensen

Snotiligu skeltihaldararnir, sum býargartnarin hevur gjørt til viðalundina úti í Grøv, eru gjørdir úr gomlum trøum úr Gamla Kirkjugarði.

Ikki kann sigast annað enn at styrki er í gomlu trøðunum úr Gamla Kirkjugarði við Vágstún. Um tú fert ein túr út í Grøv, og hyggur at skeltihaldaranum, ið er omanfyri vegin við skótahúsið, so varnast tú skjótt, at smáar greinar ella skot eru komin út gjøgnum lakkið á skeltihaldaranum. Vit kundu ikki lata vera við at taka myndir av fyribrigdinum og vendu okkum síðani til Hans Hjalta Skaale, býargartnara atfregnast um fyribrigdið.

Hanns Hjalti greiður soleiðis frá: Tá umvælingin av kirkjugarðinum við Vágstún fór ígongd, skuldunøkur trø burtur. Vit tóku tey, sagaðu tey sundur, reinsaðu tey væl fyri greinar og bløð og løgdu teyinn í høli okkara undir fótbóltsskýlinum at turka í einar 14 dagar til tríggjar vikur. Síðani blivu tey smurd væl og virðiliga við skipslakki. Vit smurdu tey tríggjar ferðir, fyri at lakkið skuldi dekka so væl sum gjørligt, og eisini tí at hetta gav træbulunum ein vakran glans.

Uppá fyrispurning okkara, um hann hevur sæð hetta fyrr, at trøini spírað eftir at vera sagaði sundur, sigur Hans Hjalti, at tað er kanska ikki so óvanligt. Trøðini hava ikki ligið og turkað so leingið, og tí er eitt sindur av kraft eftir í teimum. Hinvegin má eg siga, at eg ongantíð áður havi upplivað at skotinikoma út ígjøgnum trý løg av skipslakki.

Tó roknar Hans Hjalti ikki við, at hesi skot koma at yvirliva. Sum sagt frammanundan, so rokni eg viðat hetta er kraftin, sum situr eftir í sjálvari stammuni, eg rokni ikki við, at stamman hevur fest røtur, og tí koma hesi skotini neyvan fyri seg aftur.