Hetta sigur Steinmund Klakkstein um hendingina tá hann bjargaði Jógvan Clementsen undan tí vissa deyða við bátabrúgvarnar í Klaksvík.
Steinmund greiðir soleiðis frá: Tað var leygardagin, 29. oktober í fjør. Eg hevði rokast við rudding heima við hús, og segði við konuna at eg ætlaði mær út á Bumshamar, so skjótt IRF móttøkan lat upp kl. 13. Eftir at hava fingið døgurða, fari eg í bilin og koyri oman móti Stangavegnum og so heimeftir. Komin til Heilsøluna, var rúturin á bilinum so mikið skitin framman, at eg tendraði viskararnar og trýsti á rútavaskaran, men onki vatn var í, og tí avgjørdi eg at steðga heima við bátabrúgvarnar, har báturin hjá mær, Beinta lá.
Eg hevði onki annað at gera har niðri hendan seinnapartin, tí eg hevði verið umborð á bátinum um morgunin og havt hann ígongdi og lensað, einastu ørindini vóru tí at koyra vatn á rútavaskaran á bilinum.
Hoyrdi neyðarróp
Ímeðan eg standi og fyllið á, haldi eg meg hoyra onkran rópa hjálp. Eg hugdi meg um, men sá ongan, og fór so inn í bilin at sløkkja motorin, fyri at hoyra betur, jú eg helt meg hoyra onkran rópa, men helt samstundis at tað kom frá onkustaðni hinumegin vágna. Men eg fór so eitt sindur oman á bátabrúnna og omanum har báturin hjá mær lá og rópti: "Er nakar her?", jú, tá hoyrdi eg aftur róp og fari longur oman og tá rópar Jógvan Clementsen: "Eg eri her". Í tí sama síggi eg í høvdið á honum, har hann flýtur niðri við flótiarmin, til bátapláss hansara.
Hóast bert høvdið var uppundan, so sá hann út til at hava tað gott, hann hevði keppin á høvdinum og hevði aðra hondina í flótiarminum. Eg skundaði mær til hansara, tók keppin av honum og legði hondina á høvdið á honum, men hann kendist ikki kaldur.
Fyrst tók eg í armin á honum, og royndi at hála hann upp, men tað hevði eg als ikki kreftir til, og alla tíðina skimaðist eg, um eg ikki sá onkran at hjálpa mær, men har var ikki ein sál at síggja. Síðani royndi eg at taka niðarlaga í ulpuna hjá honum, men tað gjørdi bert at eg togaði úlpuna upp um høvdið á honum, so tað mátti eg eisini gevast við. Jógvan fyrislær so, at eg taki í annað beinið á honum og roynið at fáa tað upp á flótiarmin ímeðan hann sjálvur heldur fast við hondini og arminum. Jú tað eydnaðist, men síðani skuldi eg royna at halda beininum hjá honum og samstundis royna royna at hala hann við síðuni fyri upp á flótiarmin.
Eg eri ikki ungur longur, og Jógvan er eingin lættur maður, so hetta var ikki bara sum at siga tað, eg skimaðist einaferð afturat, um eg ikki kundi fáa eyga á onkran, ið kundi hjálpa mær, men har var ongin.
Tá hugsaði eg, at fáið eg hann ikki upp nú, so veit eg ikki hvat verður av honum. Eg spenti so í, alt tað eg var mentur, og mínsann eydnaðist tað mær onkusvegna at fáa hann at liggja uppi á flótiarminum, so var at fáa hann inn á lítla ristskapilsið, ið er innast á arminum, og tað kláraði eg eisini.
Men tá hevði eg ikki kreftir meira, og heldur ikki Jógvan. Eg sigið tí við hann, at nú liggur tú væl, og eg leggið meg eina løtu hjá tær, tí eg orki ikki meira og fáið ikki luft. Vit lógu so báðir har eina góða løtu, ímeðan vit rindaðu møðina.
Ikki á Sjúkrahúsið
Tá vit endiliga vóru komnir fyri okkum aftur, reistust vit báðir og eg sigið við Jógvan, at nú fara vit á Sjúkrahúsið. Nei, sigur Jógvan, eg eri vátur, men væl fyri, eg havi ongan sjógv fingið niður í meg, so neyðugt er ikki at fara á sjúkrahúsið. Eg havi bil her, so eg koyri bara tilhús. Men til tað seinasta segði eg nei. Tú sleppur ikki í tín bil. Eg havi bil her, og eg skal koyra teg til hús.
Vit so gjørdu, báðir inn í mín bil og síðani niðan á Vágsheyg við Jógvani.
Eg haldi at eg var sendur
Aftaná havi eg hugsa nógv um hesa hending, og hon fer ongantíð frá mær aftur, tað er vist. Vit bæði konan hava tosað um, hví eg mundi hava sovornan skund hendan leygardagin at fara frá húsum og eitt er vist, at hevði vatn verið í rútavaskaranum til bilin, so var eg ikki farin oman á bátabrúgvarnar og eg trúgvi neyva at Jógvan tá hevði komið frá óhappinum við lívinum, tí hann var pøstur har hann lá og neyðhelt sær í flótiarmin og tá hann partvíst er lamin í aðrari síðuni, so trúgvi eg neyvan at hann hevði megnað at svomið inn á land í øllum klæðunum hann var í. Nei, tað hava uttan iva verið hægri maktir við í leikinum, sigur Steinmund Klakkstein at enda í síni frágreiðing.
Ovfarin av tøkkini
Tað er soleiðis, sigur Steinmund Klakkstein aftaná, at vit báðir Jógvan hittast javnan við bátabrúgvarnar á Vágni, tí báturin hjá mær, Beinta, liggur bert fáar metrar innanfyri bátin hjá Jógvani við somu flótibrúgv.
Ein leygarmorgum í desember mánaða um 10 tíðina ringir telefonin, og Jógvan spyr um eg kann koma oman á bátabrúgvarnar. Eg hugsaði hvat nú mundi vera áfatt og skundaði mær oman. Komin oman, síggi eg, at Jógvan situr í bilinum hjá sær, og eg fari yvir til hansara. Hann biður meg koma inn og tað fyrsta hann sigur, tá eg var komin at sita, sigur hann, at tú eigur lívið í mær, og eg havi eina gávu við til tín.
Hann kemur so við einum sera vøkrum málningi, sum versonurin Archibald Black hevur málað, av ástaðnum har vit báðir hespaðust bert stutta tíð frammanundan. Málningurin er av bátinum hjá mær í forgrundini og hansara í baksýninum og yvir um vágna har kirkjan stendur og umhvørvið har eg sjálvur vaks upp.
Eg má siga, at eg var sera rørdur fyri hesa tøkkina og hon kemur at hanga í stovuni hjá mær so leingið eg eri til, og hon kemur at minna meg á hin leygardagin tá vit báðir kempaðu fyri lívi hansara við bátabrúgvarnar í Klaksvík.




