Umleið 8. juli í ár, var eitt ógvusligt lop Norðuri í Dal á Kunoynni og Tørin liggur nú sum ein ur við bergið.
Sum sæst á myndunum, so var lopið á Kunoynni sera stórt, sum fór í summar. Jaspur Kruse sigur, at benið eftir lopið man vera einar 80 metrar høgt og úr Uksatanga og einar 100 metrar norðureftir er alt lopið og niðanfyri har liggur urin, sum man vera einar 70-80 metrar breið, so sera nógv tilfar er farið á sjógv.
Jaspur Kruse metir víðari, at lopið er skræðnað einar 30 metrar inni á svørinum í erva.
Lopið er um náttina og eg veit onki um at nakar í Kunoy hevur hoyrt naka til tað, men tað hevur ljóðað at fólk í Mikladali hildu seg hoyra tyrluna hesa náttina, síðani hevur verið hildið at tað helst er ógvusliga lopið í Kunoynni tey hava hoyrt.
Fyrr er eisini lopið av Tørini, og tí lá ein lítil ur har frammanundan, men tað mesta av henni var skolað burtur áðrenn hetta seinasta ógvusliga lopið kom, har er nokk so grunt útfyri, so væntast kann helst, at urin kemur at liggja nakað.




