TRIÐJA KRIMIBÓKIN í lættlisnu ungdómsbókarøðini “3VINKONUR” er komin og eitur “Tað, sum fer at henda”.
Tær báðar fyrru bøkurnar itu Eitt hol í sálini og Vandamikli mussurin. Næsta bókin eitur Ballað inn í plast og kemur á grækarismessu í 2009. Eftir ætlan koma í alt 10 bøkur í krimirøðini.
Alt byrjaði í níggjunda flokki, og nú ganga tær í tíggjunda. Nora, Vilborg, Benadikta og Trina. Í flokkinum gongur eisini sjarmørurin Nick, sum er elskuligur, men eisini gátuførur… Nú bilgist óttin fyri at vera øðrvísi í Trinu. Hon skúgvar kenslurnar fyri Vilborg burtur og leggur í staðin alla orku í at koma saman við einum dreingi. Um somu tíð royna Nora og Nick at menna eitt parlag sínámillum, uttan at nakar annar fær frænir av tí.
HETTA ER FARIÐ FRAM:
Ein ung genta verður funnin deyð, rekandi á lítla vatninum í Djúpadali. Hon er nakin og ballað inn í plast. Vit fáa at vita, at tann deyða er ein av fýra vinkonum – Vilborg, Benadikta, Nora ella Trina. So verður tíðin skrúvað tríggjar vikur aftur eftir, og vit sleppa at fylgja við í gongdini framman undan morðinum:
Tá ið tíggjundi flokkur byrjar eftir summarfrítíðina, fáa tey eina nýggja lærarinnu, Sunnvá Viksveen. Hon fjeppist og pjátrar uppi yvir dreingjunum, men speirekur genturnar. Nora, Vilborg, Benadikta og Trina seta sær fyri at vinna Viksveen neisir. Tær fara út til húsini, sum hon leigar, mitt í skóginum. Tað vil so til, at tær síggja Viksveen lata seg í og gita, at hon hevur fingið sær eitt fríggj við einum manni. Vinkonurnar smoyggja niður um seg og vísa rumpuna beint upp í stovuvindeygað – og rýma. Tá ið hon rennur burtur, sær Nora í einum glotta ferilin av einum fólki inni í húsunum. Tað einasta, hon sær týðiliga, er ein tatovering á arminum oman fyri alboga á viðkomandI – eitt reytt k.
Ein nýggjur drongur kemur eisini í flokkin: Nick. Hann er fosturbarn og eitt ár eldri enn hini. Nógvar søgur ganga um hann – millum annað, at hann er kriminellur, og at hann hevur neyðtikið eina gentu. Men bæði Benadikta og Nora bráðna fyri honum.
Í einari veitslu togar Benadikta Nick við sær inn í eitt kamar á loftshæddini. Hon roynir at lokka hann, men hann sigur nei. Hann hevur fingið hug á Noru. Benadikta svør so dýran, at hetta skal hon níva honum aftur. Lítla løtu eftir tað møtast Nora og Nick í gongini uttan fyri kamarið. Beint tá ið tey skulu kyssast, sær Nora, at hann hevur eina tatovering – eitt lítið, reytt k. Tað var hann, sum var hjá Viksveen. Nora avtalar kortini at fara í biograf saman við honum seinni, men tey mugu gera tað í loyndum, so at Benadikta ikki fær frænir av tí, og vinalagið millum Noru og Benadiktu verður spilt.
Í somu veitsluni mussast Vilborg og Trina. Tær báðar knýta so smátt eitt ástarband, men tað bandið støkkur av, tá ið Sunnvá Viksveen tekur tær á bóli í einari heitari hálsfevning í skóginum. Viksveen roynir at kroysta tær til at gera nakað fyri seg – ella er tað við seg? Trina verður ræðslusligin og sigur nei. Hon slær Vilborg og sigur, at hon angrar tað, sum tær hava gjørt.
Nú sendir Benadikta myndir av sær sjálvari naknari til ein, ið kallar seg Wolfman, og sum setur seg í samband við hana á Alnetinum. Hon fjalir andlitið á sær og heldur seg vera navnleysa á netinum, men tað vísir seg, at Wolfman veit, hvør hon er…
“Nora og Nick vóru saman í meir enn tveir tímar. Tey fóru í skógin. Ikki fullu mong orðini, men tey støðgaðu ofta á og kystust. Í skuggunum undir tungum greinum, við anganum av turrum kvistum og grasi rundan um seg, og gomlum brúnsvidnum sólarhita, sum loysti seg upp og guvaði burtur, so hvørt sum kvøldið longdist, og dimmið kom…”
Og niðurteljingin heldur fram – til tann dagin, tá ið antin Nora, Benadikta, Trina ella Vilborg skal doyggja. Men tá ið fyrsta morðið hendir – sum snarljós av klárum himli – tá er tað ein heilt onnur, sum má lata lív. Ein, sum stendur teimum fýra gentunum nær …
Føroyskt var fyrsta fremmandamál, sum norska bókin varð týdd til. Seinni er bókarøðin seld bæði til Svøríkis og Danmarkar. Fyrsta bókin í røðini er komin á donskum, og tær fyrstu á svenskum koma skjótt.
Kjetil Johnsen (f. 1966) er viðgitin norskur ungdómsrithøvundur. Bøkur hansara eru óvanliga væl dámdar í Noregi og eru umframt í bókahandlum eisini at fáa í matvøruhandlum og kioskum. Ikki minst gjørdist hann kendur fyri sínar 18 metsølubøkur við felagsheitinum “Tusen biter”.
Jákup í Skemmuni hevur týtt bókina, og útgevari er forlagið Nýlendi. Sniðgivið kápuna hevur Johanna Blom, og Ronja Berge hevur teknað hana. Bókin er sett og gjørd búgvin til prentingar hjá Cre8.fo og prentað hjá Print-it UAB, Litava. Næsta bókin, Ballað inn í plast, kemur á grækarismessu í 2009.
Bókarøðin “3VINKONUR” er serliga ætlað ungum millum 12 og 16 ára aldur. Henda nýggjasta bókin, Tað, sum fer at henda, fæst í øllum bókabúðum fyri 100 krónur.




