Í lýsing í Dimmalætting, bjóðar Tórshavnar Kommuna nú ein heilan bygning, sum júst er nýgjørdur fyri 100 mió. kr., alment til leigu. Hetta ger kommunan hóast kommunala eftirlitið hevur gjørt greitt at ein kommuna kann ikki reka handilsligt virksemið. Gøtu Kommuna slapp ikki at byggja ein bygning har tveir triðingar skuldu útleigast í 2007. Men nú ætlar Tórshavnar Kommuna at leiga ein heilan bygning út, sum hevur kostað kommununi 100 mió.kr.
Í lýsing í Dimmalætting, bjóðar Tórshavnar Kommuna nú ein heilan bygning, sum júst er nýgjørdur fyri 100 mió. kr., alment til leigu. Hetta ger kommunan hóast kommunala eftirlitið hevur gjørt greitt at ein kommuna kann ikki reka handilsligt virksemið. Gøtu Kommuna slapp ikki at byggja ein bygnin har tveir triðingar skuldu útleigast í 2007. Men nú ætlar Tórshavnar Kommuna at leiga ein heilan bygning út, sum hevur kostað kommununi 100 mió.kr.
Niðurstøða frá 2007
Í desember mánaða 2007 gjørdi Kommunala eftirlitið eina niðurstøðu tá Gøtu Kommuna ætlaði at byggja ein bygning, har stórsti parturin skuldi leigast út til Toll og Skatt.
Kommunala eftirlitið segði m.a. soleiðis í niðurstøðu síni:
….Sbrt. § 50, stk. 1 kann ein kommuna einans taka lut í vinnuligum virksemi, um virksemi tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga. Henda grein lógarásetur meginregluna um, at tað ikki er loyvt kommunum at reka handil, handverk, ídna ella fíggjarligt virksemi, og hevur í útgangsstøðinum við sær, at ein kommuna ikki kann leiga út høli, tí at hetta ikki er ein kommunal uppgáva.
Frá hesum útgangsstøði eru tó undantøk, sum hava við sær, at tað í ávísum førum er í lagi, at ein kommuna tekur lut í vinnuliga virkseminum. T.d. kann ein kommuna taka lut í tílíkum virksemi, um hetta er grundað á, at kommunan hevur ein yvirkapasitet, sum hon vil brúka fyri at sleppa undan virðistapi. Hevur kommunan ein slíkan yvirkapasitet kann hon tí leiga út hølir, um ávísar treytir eru uppfyltar. Fyri tað fyrsta má kommunan ikki byggja ein ov stóran bygning, við tí eina endamálið at fáa ein yvirkapasitet, sum kann leigast út.
………Grundað á hetta, er Innlendismálaráðið av teirri fatan, at ein kommuna kann leiga út høli, sum hon hevur til yvirs, um nevndu treytir eru uppfyltar…




