Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað sum Heðin hevur sagt stendur fyri hansara egnu rokning

John William Joensen

sigur næstformaðurin í Kommunusamskipan, Kirsten Strøm Beck, sum als ikki er sannførd um at rætta løtan er komin at gera alt til eitt valdømi.

– Tað sum Heðin Mortensen segði í útvarpinum á døgurða um Føroyar sum eitt valdømi stendur fyri hansara egnu rokning og hevur einki við Kommunusamskipan at gera.
– Vit hava als ikki viðgjørt málið um at leggja Føroyar saman til eitt valdømi í felagsskapinum og eg ivist í at undirtøka er í felagsskapinum fyri einum valdømi her og nú.

Neyvan rætta løtan
– Sjálv eri eg eitt sindur í iva um tað er rætt at leggja landið saman til eitt valdømi.
– Tað er neyvan nakar ivi um at miðstaðarøkið fer at dominera og tað verður sera trupult hjá okkum, sum sita uttan fyri miðøkið at koma til orðanna og fram í politikki, sigur borgarstjórin í Vágs Kommunu í stuttari viðmerking. 

——-

Kringvarpið segði annars í tíðindasendingini á døgurða at Kommusamskipanin og Kommunufelagið vóru ósamdar um ætlaðu broytingarnar í valskipanini, men næstformaðurin í Kommunusamskipan vísir á at málið als ikki hevur verið viðgjørt í felagsskapinum.