Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað teknar til lakari valluttøku

Oliver Joensen

Skal farast eftir tølunum um valluttøkuna í Klaksvík til miðdags, so kann roknast við lakari vallutøku enn til seinasta fólkatingsval.

Valrætt hava 3461 fólk í Klaksvíkar Kommunu og kl. 12.00 ídag høvdu 264 fólk brúkt møguleikan at velja.

Til samanberingar kann nevnast, at til seinasta fólkatingsval høvdu 285 valt á miðdegi.

Sami tendensurin er viðvíkjandi brævatkvøðum. Til valið hesaferð eru komnar 97 brævatkvøður i Klaksvík, ímeðan tær vóru 136 seinast. Men minkingin í brævatkvøðum skal takast við fyrivarni, tí Norðoyatunnilin ger, at fólk, sum eitt nú eru stødd í Havn, fáa væl tíð at koma norður at velja, áðrenn valhølið letur aftur í kvøld.