Fyrstu tjøldrini vórðu at síggja á okkara leiðum í vikuni. Í morgun fingu vit hesar myndirnar av Oyri. Sum vanligt, so var lítið um tjøldrini í morgun, helst orsakað av langa flúgvitúrinum tvørtur um Atlantshavið.
Høgættin, ið ligið hevur um okkara leiðir í seinastuni hevur helst verið orsøk til, at tjøldrini hava verið so sein at sæð.
Men nú eru tey so komin. Øll vit mongu, ið ganga túrar eftir Oyravegnum kunnu nú njóta sjónina av okkara fremsta summargesti. Umframt likamliga venjing, so skerst ikki burtur, at tað lættir sinnið ein slíkan morgun at síggja fyrstu tjøldrini í sólskininum í morgun.




