Jóhannus Danielsen, borgarstjóri á Toftum, leggur ikki so nógv í, um fyrsta skotið til Skálafjarðartunnilin verður latið av á eystursíðuni ella vestursíðuni á Skálafjørðinum.
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri á Toftum, leggur ikki so nógv í, um fyrsta skotið til Skálafjarðartunnilin verður latið av á eystursíðuni ella vestursíðuni á Skálafjørðinum.
“Tað týdningarmesta er at gongd kemur á. Tað hevur minni at siga, hvar tað verður byrjað,” sigur hann. Vit hittu Johannus við tunnilsmunnan í dag, stutt áðrenn Henrik Old skeyt fyrsta skotið.
Johannus Danielsen hevði heldur ikki nakra greiða meining um tunnilin átti at vera almennur ella privatur.
“Tað týdningarmesta er at tunnilin verður gjørdur,” segði hann. “Frá kommunalari síðu hava vit ikki havt so sterka meining um tað skuldi vera alment ella privat. Fyri okkum hevur tað størst týdning, at arbeiðið verður gjørt. Og tað sær út til at byrja nú,” segði hann.
Jóhannus Danielsen heldur, at umframt sambandið til Havnar fer tunnilin eisini at hava stóran týdning fyri økið við Skálafjørðin.
“Tað hevur verið sett lítið fokus á tann partin, men eg rokni við, at hetta fær stóran týdning fyri báðar armarnar á Skálafjørðinum, at vit fáa samband ímillum Strendur og Saltnes,” segði hann.




