Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað var ein knívur, sum varð funnin

Jóhann Lützen

– Knívnurin er funnin og maðurin, sum er í 30’árunum, er handtikin. Tíðliga seinnapartin í dag verður grundlógaravhoyring í málinum.

 

Norðlýsið avdúkaði ígjár at løgreglan leitaði og fann ein lut á Vágni í gjár. Tað vísti seg at verða knívurin, sum hevði verið á lofti leygarnáttina í samband við eitt harðskapsmál uttanfyri Molly’s.

Vakthavandi sigur at løgreglan vil hava ein mann í 30’árunum varðhaldsfongslaðan, meðan arbeitt verður við málinum.

– Hetta er eitt mál um grovan harðskap og hóttanir, knívur var á lofti men tó ongin stungin, sigur vakthavandi.